Talan var um ein dyst millum tey bæði niðastu liðini í fremstu kvinnudeildini, og tað er einki dulsmál, at Søljan var favorittur at vinna dystin.
Gekk javnt á
Tað gekk rættuliga javnt á millum liðini bæði, og serliga í fyrra hálvleiki var lítil munur á liðunum báðum. Men tað var allatíðina heimaliðið, ið hevði hug at stinga nøsina framum, og tá ið farið var um miðjan seinna hálvleik, og dysturin skuldi avgerast, slóg Søljan til.
Eftir bert at hava verið á odda við einum málið, tá ið eitt korter var eftir at leika, fingu tær sær eina fýramálsleiðslu, og so var ikki meiri krút eftir í runavíkskvinnunum.
Við sigrinum syrgdi Søljan fyri, at tær fingu eitt sindur av luft niður til Tjaldur á aftasta plássinum.
Søljan-Tjaldur 18-15(8-7)
Søljan: Heidi Maria Akselsen 7(2), Fía Selma Nielsen 3, Lovisa Niclasen 3, Sólja Jóanisdóttir 2, Irdi Mikkelsen 1, Hertha Simonsen 1, Arnleyg Haraldsen 1(1)
Tjaldur: Maya Hecimovic 6, Jasmin Dovovc 4(1), Kristina Ellingsgaard 2, Anni Højgaard 2, Mona Langgaard 1(1)
Brotskøst: Søljan 3(3), Tjaldur 4(2)
Útvísingar: Søljan 5, Tjaldur 4
Áskoðarar: 79