Tættur mansdystur í væntu á Hálsi í kvøld

Neistin og VÍF eru jøvn í stigum og spældu javnt seinast - Mladen og Nicholas verða avgerandi

Okkaradeildin:

Klokkan 20: Neistin - VÍF (FM1 sigur frá)

Alt bendir á, at talan verður um ein tættan dyst um næstfremsta plássið í Okkaradeildini, tá ið VÍF bjóðar Neistanum av í Høllini á Hálsi í kvøld.

Undan dystinum liggja liðini púra jøvn í stigum, og vit mugu hyggja eftir málmuni fyri at taka dagar í millum, tí liðini eru eisini jøvn innanhýsis, eftir at tey spældu spennandi javnleik tveimum mánaðum síðani.

Tá vóru málverjarnir, Mladen Mjerimacka hjá VÍF og Nicholas Satchwell hjá Neistanum púra avgerandi fyri at VÍF fyrst legði seg greitt á odda, at Neistin síðani var um at fara við sigrinum og at VÍF so javnaði.

Síðani tá hava málverjarnir báðir avgjørt ein dyst fyri og annan eftir, og tað er mikið møguligt at teir aftur stjala yvirskriftirnar í kvøld.

Sí eisini:

Mladen forðaði fyri at Nicholas og Neistin stjólu sigurin í Vestmanna

Innanhýsis dystir

 

VÍF – Neistin 24-24
Okkaradeildin: 06/10/2019
Málskjúttar VÍFs
Filip Jojic9
Magnus Müller5
Jóhann í Garðastovu4
Jákup Andreas Joensen2
Andrias Eriksen2
Hallur Arason1
Sjúrður Olsen1
Málskjúttar Neistans
Rune Olsen5
Tróndur Mikkelsen4
Johannes Bjørgvin3
Dánjal Ragnarsson3
Julian Kragesteen3
Kristjan Dulavík3
Rasmus Søby2
Karl Martin Olsen1

Støðan í Okkaradeildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1H71102902296118
2StÍF10285276913
3Neistin102692432612
4VÍF102822661612
5KÍF1027026379
6Kyndil10257267-106
7Team Klaksvík10215324-1090