Út við 40 fólk søgd úr starvi

Nú einki framleiðsluvirksemi hevur verið á laksavirkinum Salm Pro í Fuglafirði seinastu vikurnar, hevur leiðslan gjørt av at siga øllum teimum tímaløntu, sum hava verið knýtt at virkinum, úr starvi. Stjórin, Jákup Eli Thomsen, sigur, at arbeitt verður við at finna langtíðaravtalur um portiónir, og arbeitt verður soleiðis við, at framleiðslan verður tikin uppaftur

UPPSAGNIR

Herfyri vórðu øll tey tímaløntu arbeiðsfólkini á laksavirkinum í Fuglafiðri, Salm Pro, søgd úr starvi.
Feløgini, sum hava stovnað hetta felag og nú áttu og róku laksavirkið í Fuglafirði, eru Viking Seafood á Strondum, Faroe Farming í Suðuroy og Faroe Seafood – við einum triðingi í part.
Hetta er aðru ferð í ikki so drúgva tíð, at laksavirkið í Fuglafirði letur aftur.
Tað var Faroe Seafood, sum átti og rak virkið, men tá tað læt uppaftur miðskeiðis í summar, var tað saman við nýggjum partaeigarum, sum nú vóru Faroe Farming og Viking Seafood.

Søgd úr starvi
Framleiðsluvirksemið á Salm Pro hevur ligið stilt einar 5-6 vikur, og herfyri tók so leiðslan avleiðingarnar av hesum og segði øllum teimum tímaløntu úr starvi.
Nøkur fá fólk eru framvegis í starvi hjá felagnum og stjórin, Jákup Eli Thomsen, sigur, at arbeitt verður framvegis við, at laksavirksemið hjá Salm Pro verður tikið uppaftur.
- Vit hildu ikki, at vit framhaldandi kundu halda fólkinum aftur, og tí gjørdu vit av at siga teimum tímaløntu úr starvi, meðan arbeitt verður við eini loysn. Fleiri hava spurt, hvussu verður, og vit hava latið tey vitað, at tey, sum arbeiddu hjá okkum, standa fremst í røðini at fáa arbeiði aftur á virkinum, sigur stjórin.
Salm Pro er eitt virki, sum er útgjørt til at framleiða portiónir úr laksi, og Jákup Eli Thomsen sigur, at arbeitt verður við at finna fyritøkuni langtíðaravtalur fyri hesum vørum, soleiðis at arbeiði kann verða trygt og støðugt.
- Vit arbeiða soleiðis við at fáa í lag avtalur, sum ganga yvir eina longri tíð, men beint í løtuni er trupult at siga, nær virksemið væntandi verður tikið uppaftur. Virksemið er ikki meiri niðurlagt enn tað, leggur stjórin aftrat.
Stjórin sigur, at út við 40 fólk hava verið knýtt at laksavirkseminum hjá felagnum í Fuglafirði. Tey flestu eru úr Fuglafirði og úr bygdunum í nærumhvørvinum.

3.000 tons um árið
Spurdur um góðu prísirnir, sum alarar hava fingið fyri feskan laks, hava havt ávirkan á framleiðsluna av portiónum, vísir hann á, at viðurskiftini á laksamarknaðinum hava verið eitt sindur serstøk.
- Okkara uppgáva er at konsentrera okkum um marknaðin fyri portiónir, og tað er hetta, sum vit arbeiða við og vóna at kunna finna út av áðrenn langt um líður, sigur stjórin.
Tá Salm Pro byrjaði virksemi í Fuglafirði miðskeiðis í summar, var málið at virka eini 3.000 tons av laksi um árið til portiónir.
Ætlanin var, at felagið skuldi fáa meginpartin av laksinum frá kryvjivirkinum Viking Seafood á Strondum, ið sum nevnt eigur ein triðing av felagnum í Fuglafirði.
Jákup Eli Thomsen sigur seg vóna, at felagið fær avtalur um veitingar av portiónum sum gera, at virksemið hjá Salm Pro í Fuglafirði skjótt kann takast uppaftur.

Alarar meirilutan
Sosialurin fer ikki at tvinna steðgin, sum nú er á laksavirkinum í Fuglafirði, upp í støðuna, sum Faroe Seafood er í, tí samtakið eigur nú bert ein triðing í Salm Pro, meðan føroyska alivinnan eigur 2/3. Vit fara heldur ikki at tvinna støðuna, sum Eik Banki er í, upp í hesi viðurskifti.
Tá vit spyrja Jákup Eli Thomsen, um støðan hjá Salm Pro hevur nakað við hesi viðurskifti at gera, sigur hann seg als onga viðmerking hava til tað.
- Vit arbeiða við marknaðinum fyri portiónir, og eg dugi ikki at síggja, at støðan hjá Faroe Seafood, ei heldur Eik Banka, hevur nakað sum helst við heimsmarknaðin á laksi at gera, sigur stjórin.