Út við tvær milliónir til list í nýggja skúlan á Argjum

Tórshavnar kommuna hevur samtykt, at 1,5% av byggikostnaðinum skulu brúkast til at listprýða nýggjar bygningar hjá kommununi. Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu vil nú hava listafólk at koma við uppskoti at listprýða nýggja skúlan á Hamrinum á Argjum.

Hetta er aðru ferð at Listabólkurin bjóðar út tílíkt arbeiði. Fyrstu ferð var í nýbygda skúlanum við Løgmannabreyt, tá tikið var av tilboði frá Edwardi Fuglø.

Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu ynskir, at listin í nýggja skúlanum á Hamrinum verður fjølbroytt, fevnir um allan skúlabygningin og at fleiri listagreinar kunnu verða umboðaðar. Listabólkurin hevur í huga teir mongu glasveggirnar í skúlanum. Tó útihýsir hetta ikki øðrum listarligum hugskotum. Listabólkurin gera vart við, at talan er um listaverk, sum er í skúlaumhvørvi, har nógv fólk ferðast. Tí skal dentur verða lagdur á, at verkið skal taka seg væl út í tíðini frameftir.

Ein leistur er lagdur fyri útbjóðingina. Listafólk lata skitsuuppskot inn við frágreiðing um listaverkini. Í uppskotinum skal upplýsast, hvør kostnaðurin verður íroknað uppseting. Afturat hesum skal neyvt útgreinast, hvat tilfar verður nýtt. Listaverk á glasveggjunum skulu vera liðug 1. apríl 2010. Onnur listaverk skulu vera liðug og uppsett í seinasta lagi 1. apríl 2011. Listabólkurin skilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnu uppskotini ella einki at taka.

Tá Listabólkurin hevur tikið avgerð um, hvør verður biðin at gera listaverkið, verður sáttmáli gjørdur við viðkomandi listafólk, har treytir fyri avhending, uppseting, kostnað og aðrar treytir verða ásettar. Uppskotini skulu vera Listabólkinum í hendi í seinasta lagi 1. februar 2010.

Kunningarfundur verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu hósdagin 17. desember 2009 kl 17:00, har arkitektarnir og Listabólkurin hjá Tórshavnar kommunu greiða frá verkætlanini.

Fríggjadagin 18. desember kl 13:00 verður rundvísing á skúlanum, sum MAP Arkitektar skipa fyri. Tilfar um skúlan verður útflýggjað á fundinum. Annars kann tilfar fáast frá MAP Arkitektum, Jónas Broncks gøtu 5, Tórshavn, til 6. januar 2010. Jákup Simonsen, mentamálaleiðari svarar møguligum spurningum.