Tað kann gerast ein tung og torfør uppgáva hjá komandi landsstýri at skula taka um endan. Hetta hevur verið eitt lætt skeið fyri samgonguna, tí fiskaprísirnir hava verið so góðir og hevur eisini verið nóg mikið til av fiski. Samanumtikið hevur vinnan havt tað gott. Men nú hómast svørt skíggj á luftini. Sumt bendir á, at samfelagið er við at ganga ringum tíðum á møti. Alingin hevur verið fyri bakkasti. Sjúka hevur gjørt um seg, og prísurin hevur verið í botni. Rækjuflotin hevur tað alt annað enn gott. Svartkjafturin, sum eigur lívið í fleiri vinnugreinum her á landi, er í løtuni við eitt álvarsligt vegamót. Vandi er fyri, at stovnurin verður niðurfiskaður, nú norðmenn hava saboterað allar royndir at koma til eina semju um at avmarka veiðuna. Síðani eru tað prísirnir á fiski sum heild, ið ganga tann skeiva vegin. Við hoyra um minkandi eftirspurning eftir td. saltfiski.
Enn merkist henda skeiva gongdin ikki nógv. Men nógv peikar tann skeiva skeiva vegin. At samgongan hevur kutað 400 mill. kr. av blokkinum kann koma at vísa seg at hava verið tað reina hasard, tí um tað vil illa til hjá okkara høvuðsvinnu, eru 400 mill. kr. ikki smápengar.
Síðani er tað oljan. Føroyingar hava sett sítt álit til hesa nýggju vinnu, men kortini hevur tað alla tíðina verið víst á, at vit eiga at vera varin og ikki gera stórar íløgur í nakað, sum so stór óvissa er um enn. Tað er greitt, at tað slepst ikki undan einum ávísum bjartskygni, tá fleiri av heimsins stóru oljufeløgum vilja brúka nógvar pengar her. Oljan er jú funnin hinumegin markið og spurt verður tí, hví hon ikki eisini skal vera hesumegin.
Tað er greitt, at alt hetta kann koma at merkjast í samfelagnum sum frálíður. Risastórar íløgur verða gjørdar í samferðslu og annað. Spurningurin er um vit hava tikið munnin ov fullan ? um vit hava gjørt hesar nógvu íløgur við vónini til framhaldandi góðar fiskaprísir og eini komandi oljuvinnu sum grundarlag.
Metingar okkara av óvissuni í komandi leiting koma helst at passa. Tað merkir, at vit skulu helst til at bíða í eitt til tvey ár, áðrenn munandi leiting verður aftur á landgrunninum. Eingin ivi er um, at komandi boring hjá Amerada Hess hinumegin markið í næstum, fer at verða avgerandi fyri, hvussu verður við áhuganum at gera íløgur í okkara øki næstu árini. Tað kann ganga báðar vegir. Funnin er olja og gass, men enn veit eingin at siga, um hetta er í nóg stórum nøgdum og um allar fotreytirnar fyri at kunna fara undir framleiðslu, eru til steðar.
Um boringin hjá Hess verður eitt vónbrot, er møguleiki fyri, at leitivirksemið fer at verða avmarkað komandi árini. Tað merkir ikki, at eingin áhugi verður fyri økinum. Feløgini fara at brúka meiri tíð og orku til seismiskar kanningar. Tað ljóðar, at heimsins størsti oljuframleiðari, Saudi Arabia er í ferð við at liberalisera oljuvinnuna soleiðis at útlendsk oljufeløg fara at brúka størri part av sínum leitipengum har heldur enn í dýrari og truplari leitiøkjum sum eitt nú á Atlantsmótinum. Vit kunnu so bara vóna, at Hessboringin í næstum fer at eydnast so mikið væl, at hon fer at fasthalda áhugan hjá oljufeløgunum fyri okkara øki. Men óvissan er stór og tað eiga okkara myndugleikar eisini at hugsa um, nú tosað verður um nýggjar yvirtøkur.
Øll henda óvissan eigur at fáa okkara myndugleikar at vísa varsemi.