TÁ VIT SETA BÚGV

Spara pengar og umhvørvið

Keyp hvítvørur, sum eru A-merktar

Vel gassovn fram um el og induktionskomfýr fram um elkomfýr.

Nýt kókiplátu í staðin fyri ovn

Kóka vatn við el-ketli

Hong klæðini upp í staðin fyri turkitrumlu

Nýt kalt vatn til uppvaskimaskinuna

Sløkk tól, sum standa á standby og spar 1000 krónur árliga

Skift ótøtt vindeygu

Skrúva hitan fyri, tá tú luftar út

Bjálva húsini væl

Nýt ljósdoyvara og -følara

Nýt spariperur

--

Húsalán við avmarkingum

Uppá húsalánið ber til at keypa tað, sum er fast í húsinum, so sum køk og baðirúmsmøblar. Ikki leysir lutir, so sum sofur, borð, stólar og teldur.

--

Minst til

Kanna eisini kring húsini. Er alt í lagi viðvíkjandi frárensli, rørum og kloakkini?

--

Visti tú?

Tá tú setir fleiri enn tvey ting saman, til dømis blómur, knappar, myndir ella stearinljós, riggar tað best í ólika tali ..3-5-7..

--

Visti tú?

Íbúðir undir 100 fermetrar er munandi bíligari at tryggja enn tær sum eru yvir

--

Hugnalig heim ongin sjálvfylgja

Hjálp til innrætting fæst millum annað hjá:

Kurvin v/Eyðvør Petersen, Sørvágur, 333380

Gávubúðin Li-Wi, Streymnes, 422877

Frú C, Gávubúð, Tórshavn, 312155

Gunnbjørg Rya Gunnbjørgsdóttir, innanduraarkitektur, Vestmanna, 424321 Linda Laksáfoss, dekoratørur, Klaksvík, 457324

Orkis, Glyvrar, 448289

--

Áðrenn tú skrivar undir:

Keyparar eru illa vardir í Føroyum. Lat altíð ein advokat umboða teg mótvegis seljara/meklara. Og bið altíð eitt lið av handverkarum kanna húsini/íbúðina væl og virðiliga, áðrenn tú setur navnið á bindandi linjuna..

--

Samhald og samanhald

Um tú keypir eina íbúð, sum hoyrir til eitt eigarafelag, hevur tú skyldu til at fylgja avgerðum, sum felagið tekur. Til dømis í sambandi við at skifta klædning og vindeygu.

--

Familjutrygging

Í neyðini kemur ein vanlig familjutrygging ofta væl við. Til dømis um tú ert so óheppin, at innbúgvið tekur skaða. Ella um tú gjørt skaða á aðrar persónar ella ognir teirra, sum tú mást rinda endurgjald fyri.

Familjutryggingar fevna um teg og húski títt, so sum heimabúgvandi børn og aðrar búfelagar. Tryggingin er galdandi í og rundan um bústaðin. Tá ið innbúgvið fyribils er aðrastaðni enn í heiminum í upp til 12 mánaðir. Tá ið tú flytur uttanlands, fevnir tryggingin upp til 3 mánaðir frá tí tú fert avstað.

Meginreglan er, at goldið verður fult endurgjald fyri lutir, til hesir eru tvey ára gamlir.

Tað er týdningarmikið, at tú ert rætt tryggjað, so tryggingarvirðið er nóg høgt og fult endurgjald verður latið, um skaði hendir. Av tí, at øll hava ikki sama tørv á trygging, ber til at knýta nakrar ískoytistryggingar afturat familjutryggingini. Eitt el-skaða, glas og kummutrygging og ársferðatrygging.

--

FAKTA:

Húsaprísurin lækkar í Havn

Meðan prísvøksturin í fjør helt seg eini 20 prosent uttan fyri Havnini, var vøksturin bara 6 prosent í Havn. Ein orsøk til hesa lækking í vøkstrinum kann vera, at talið av handlum setti met í Tórshavnarøkinum við 32 handlum í 4. ársfjórðingi í 2006, og at talið serliga nógvir handlar vóru í øllum økjum í 2007. Eisini skulu vit hugsa um, at rentustøðið er hækkað bæði í 2006 og 2007, og harvið minkar eisini hugurin og evnini at seta seg stóra skuld. Harumframt aftra fólk seg kanska til at læna nógvan pening, nú útlitini á altjóða fíggjarheiminum tykjast vera rættiliga døpur.

Miðalprísurin á sethúsum í Havn var 2.3 mió. kr. í 2007. Í størri bygdum 1.2 mió. kr. og í smærri bygdum 1 mió. kr.

--

!Bið altíð um eitt skrivligt tilboð á stórar ordrar – bæði vørur og tænastur, og samanber tilboðini áðrenn tú tekur av

--

!Bið altíð um í minsta lagi 20-25 prosent í avsláttri á byggitilfar, køk, baðirúm, bil, hvítvørur, máling..

--

Ráðgeving til størstu íløguna í lívinum

At keypa ella byggja bústað er ein av størstu íløgunum í lívinum. Tí loysir seg at vera væl fyrireikað og hava góða ráðgeving, eisini í sambandi við fígging.

Góð fíggjarlig ráðgeving ger, at gerandisdagurin hongur saman eftir bústaðabygging ella bústaðakeyp.

- Júst nú mæla vit fólki til at hyggja nærri at realkredittlánum. Renturnar á okkara rentutillagingarlánunum hava verið fallandi, og í løtuni eru hesi lán attraktiv í mun til vanlig lán. Rentan á júst hesum lánum kann læsast føst í upp til 10 ár, og tað hevur sínar fyrimunir, sigur Øssur S. Nolsøe, leiðari fyri privatkundadeildunum hjá Eik í Suðurstreymoy.

Eginfígging er góð at hava, og saman við fíggjarráðgevanum finna tit eina sethúsafígging, so gerandisdagurin hongur saman.

Eisini ber til at biðja um ráðgeving, um tú til dømis vilt broyta bústaðin. Skal kjallarin innrættast? Bilhús ella hjallur byggjast? Hvussu skal rindast? Skal tað fíggjast? Skal sparast upp til tað?

Men minst samstundis til, at ráðgevin fyrst og fremst er tænari bankans, ið sum kunnugt hevur til endamáls at vinna pening frá fólki.