Tað almenna er við ígjøgnum Framtaksgrunnin

Landsstýrið vil ikki beinleiðis seta meiri partapening í Smyril Line, men heldur seg verða við umvegis Framtaksgrunnin

 

Fríggjadagin boðaði Vinnumálastýrið Smyril Line frá, at landsstýrið fer ikki at seta meiri partapening í felagið.

Grundarlagið undir avgerðini hjá landsstýrinum er alit til vinnupolitikkin og onnur í somu bransju.

Í einum notati, sum Vinnumálastýrið hevur gjørt í sambandi við umbønina frá Smyril Line um at hækka partapeningin, verður staðfest, at tað almenna er við umvegis Framtaksgrunnin.

? Sæð út frá vinnupolitikkinum má hetta sigast at vera rætti háttur til møguligt kapitalinnskot í ætlaðu byggingina av nýgggjum skipi, verður sagt í notatinum hjá Vinnnumálastýrinum.


Kravt størri trygd

Týska skipasmiðjan, sum skal byggja nýggja skipið til Smyril Line, hevur kravt størri trygd fyri, at Smyril Line er ført fyri at gjalda fyri skipið.

Fyrst royndi Smyril Line at fáa landskassaveðhald fyri láni upp á 30 milliónir krónur, men hetta noktaði landsstýrið fyri.

Síðani hevur Smyril Line arbeitt við eini ætlan um at hækka partapeningin við 125 milliónum.

Hetlendingar eru sinnaðir at seta 50 milliónir í felagið og íslendingar 10 milliónir. Harafturat hevur Framtaksgrunnurin játtað at seta 25 milliónir krónur í Smyril, men hetta er treytað av, at tveir til fýra aðrir stekir í leggjarar eru við.

Smyril Line hevur sostatt fingið játtan um 85 milliónir krónur, og nú verður arbeitt við at finna aðrar íleggjarar. Smyril Line hevur fingið freist frá týsku skipasmiðjuni til 1. februar at skaffa neyðuga partapeningin.


Kanska útlendskur meiriluti

Í løtuni er partapeningurin í Smyril Line 15 milliónir krónur, og tá hesir pengar verða lagdir saman við teimum 85, sum eru játtaðir higartil, er skjótt at staðfesta, at útlendsku pengarnir eru í meiriluta sum er.

Hetlendingar og íslendingar standa fyri 60 av teimum 100 milliónunum.

Hetta hevur Vinnumálastýrið tikið við í sína meting av støðuni.

? Men við tað at innara virðið í felagnum er væl omanfyri verandi partapenging, átti felagið at havt møguleika at uppskriva verandi partapening í felagnum. Hetta er tó treytað av, at íleggjararnir góðkenna uppskrivingina, verður sagt í notatinum hjá Vinnumálastýrinum.

Um felagið á tann hátt skal varðveita meirilutan á føroyskum hondum, verður neyðugt at verandi partapeningur verður uppskrivaður við minst 20 milliónum krónum.

Hvørki hetlendingar ella íslendingar hava kravt ávirkan á leiðsluna í felagnum, men hetlendingar hava kravt ein nevndarlim í felagnum.


Kappingarneytarnir

Vinnumálastýrið hevur í síni meting av umsøknini hjá Smyril Line tikið við í metingina, at Smyril Line hevur kappingarneytar til farmaflutningin.

? Sum er reka onnur feløg farmaflutning millum Føroyar og útlandið, og spurningurin er, um tað almenna ikki júst hevði gingið ímóti verandi vinnupolitisku stevnu, um peningurin verður settur beinleiðis í Smyril Line fram um onnur felag, verður sagt í notatinum hjá Vinnumálastýrinum.

Landsstýrið ásannar tó, at farleiðin sjóvegis millum Føroyar og grannalondini eru av avgerandi týdningi fyri føroyska samfelagið.

Men hóast hetta gav Vinnumálastýrið Smyril Line noktandi svar upp á umsøknina um meiri partapening.