Fyri trimum árum síðan kendu Kristina Johannesen og Leivur á Lakjuni ikki hvønn annan. Í dag standa tey tríggjar vikur frá teirra brúdleypi.
- Eg gleði meg ordiliga nógv, hóast brúdleyp ongantíð fyrr hevur verið nakað, sum eg hevur fylt mínar tankar tað stóra, sigur Kristina, ið er 22 ár og úr Kaldbak.
Sat uppi til bussurin fór
Kristina var góð vinkona við Maritu, lítlusystir Leiv, men kendi ikki hann. Og øvugt.
- Marita hevði ofta tosað um Kristinu fyrr, og tað var altíð við ógvuliga positivum orðum. Tí hevði eg eina góða mynd av Kristinu, longu áðrenn eg møtti henni, sigur Leivur, ið er 29 ár og úr Fuglafirði.
- Leivur hevur búð so leingi uttanlands, at hann hevði ongantíð verið har, meðan eg var hjá Maritu, men eg hevði sæð hann á myndum.
Tað var ikki fyrr enn føðingardagin hjá Maritu jólaferiuna fyri knapt trimum árum síðan, at Kristina og Leivur møttust fyrstu ferð.
- Eg kom at sita við síðurnar av Kristinu, og eg fekk bara eina enn betri mynd av henni. Eg minnist, at eg hugsaði, at hasa gentuna hevði eg verið stoltur av at havt við mína lið.
- Føðingardagurin var eitt sunnukvøld, og eg skuldi til arbeiðis morgunin eftir. Vit sótu so og prátaðu alla náttina, heilt inntil eg skuldi avstað við bussinum klokkan seks, og Leivur sat mitt í rokanum saman við okkum, sigur Kristina flennandi.
- Kristina hugtók meg veruliga, eisini tí eg sá, hvussu røsk hon var at hjálpa Maritu at rudda av og vaska upp.
Addaði á Facebook
Hóast Leivur hevði fingið eyguni upp fyri Kristinu, so hendi ikki nógv aftaná føðingardagin.
- Tá eg kom heim frá arbeiði dagin eftir føðingardagin, sá eg, at Leivur hevði addað meg á Facebook. Tað helt eg vera alvorliga løgið, tí eg kendi hann einki serligt og føldi einki fyri honum. Men eg góðtók sjálvsagt hansara vinarumbøn, sigur Kristina.
- Burtursæð frá tí hendi ikki nógv. Eg búði í Onglandi og var bara heima í jólaferiu, so eg fór skjótt avstað aftur, sigur Leivur, sum hevur lisið gudfrøði og sálarfrøði í London.
Tað næsta hálva árið var so at siga stilt millum teirra – og tó.
- Eg minnist, at tá eg hevði føðingardag, skrivaði Leivur ’tillukku’ á veggin hjá mær. Og tað helt eg eisini vera mega løgið, sigur Kristina og hyggur upp á Leiv og flennir.
Leiddust í London
Í apríl 2010 avgjørdu Kristina og Marita, systir Leiv, at fara ein túr til Hawaii, har tær skuldu hjálpa til á einum bíbilskúla í tveir mánaðir.
- Marita spurdi meg, um tað var í lagi, at vit á veg heimaftur steðgaðu á í London í eina viku, tí Leivur skuldi fáa prógv. Eg hevði ongantíð verið í London fyrr, so tað tímdi eg sjálvandi mega væl, sigur Kristina.
Hóast ongar kenslur enn vóru frá Kristinusa síðu, so fekk hon Leivur við uppá at arga Maritu eitt sindur við at spæla romantisk.
- Mær dámar væl at arga, so Leivur og eg tóku ofta um hvønn annan ella gingu arm í arm, sigur Kristina flennandi.
- Serliga eina ferð tá vit fóru nøkur ein gongutúr. Tað var mánalýsi, og vit gingu ein langan túr út til eitt vatn. Tá koyrdu vit ordiliga upp á tað romantiska til stóra forarging fyri systir mína.
Sólbrillurnar eitt bíligt triks
At Leivur hevur havt eitt gott eyga á Kristinu var ikki nakað at ivast í. Hann hevði tvey triks í ermuni at koma í kontakt við Kristinu. Fyrst var tað á flogvøllinum í Stansted á veg heim til Føroya, tá spurdi Leivur, um Kristina kundi hava sínar sólbrillur í taskuna. Tað var eingin trupulleiki.
- Komin heim til Føroya, skal eg geva Leivi sólbrillurnar aftur. Men tá sigur hann, at tað var ikki neyðugt, tí so kundu vit hava eina umbering fyri at møtast aftur. Tá hugsaði eg, at hatta var rættiliga løgið sagt.
Síðani var tað, tá Kristina júst var komin heim frá flogvøllinum.
- Vit høvdu tosað á flogvøllinum um, hvat vit hvør sær skuldu eta, tá vit komu heim. Eg segði, at eg skuldi hava grindabúff. Tá eg so kom inn til okkara í Kaldbak, fekk eg eitt sms. Tá var tað Leivur, sum segði seg vóna, at grindabúffurin smakkaði væl, og at hann vónaði, at eg skjótt fari at bjóða honum grindabúff, sigur Kristina flennandi, - tað helt eg aftur vera eitt sindur løgið.
Túrur til Saksunnar
Tað var ikki fyrr enn eina viku aftaná, at tey vóru komin heim úr Onglandi, at Kristina fór at hyggja at Leivi við meira romantiskum eygum.
- Eg hugsaði, at nú mátti eg manna meg upp og ringja til gentuna og gera nakað við tað. So eg tók telefonina ein leygardag og ringdi fyri at spyrja, um hon hevði hug at fara ein túr til Saksunnar.
- Eg varð ordiliga illa við. Hann var ordiliga fittur, og vit tosaðu væl saman, men í mínum eygum var hann enn stóribeiggi Maritu. Innast inni hevði eg tó kenslur fyri honum. Leingi ivaðist eg, um eg skuldi taka av tilboðnum ella ikki. Tað endaði so við, at eg fór, sigur Kristina.
Tað var ikki bara bara at fara túr einsamøll, uttan at nakar skuldi varnast.
- Vit máttu bæði lúgva í hvør sínum lagi. Eg segði meg fara til ein vinmann og Kristina til eina vinkonu, sigur Leivur flennandi.
Í Saksun vóru Kristina og Leivur so í nakrar tímar.
- Vit tosaðu ordiliga væl í fleiri tímar, og sum vit sótu har á einum bøkki, byrjaðu vit so smátt at nærkast hvørjum øðrum. Til síðst sótu vit so nær, at hendurnar kíndu hvørja aðra, sigur hon.
Sníktu seg at síggjast
Avgerðin at veruliga ganga saman kom ikki fyrr enn nakað seinni.
- Sms’ini blivu fleiri og fleiri, og eg fór at vitja Leiv á Ellisheiminum, har hann arbeiddi sum náttarvakt tað summarið. Eg fór frá húsum, tá foreldrini vóru í song farin og kom aftur, áðrenn tey vóru uppi, heldur Kristina fyri.
- Í roynd og veru var tað ikki nakað romantiskt yvir mátanum, vit komu saman uppá. Vit sótu í bilinum og tosaðu um, hvat vit ynsktu við forholdinum, og tá blivu vit so samd um, at vit skuldu ganga saman.
Ringurin í matpakkanum
Leivur búði enn í Onglandi, og í eitt ár búðu tey í hvør sínum landi, inntil Leivur flutti heim summarið 2011. Ta tíðina varð Skype nógv brúkt.
16. juni 2012 kom til at vera ein heilt serligur dagur fyri Kristinu og Leiv.
- Urið hjá mær skuldi skifta battarí, og meðan eg eri har, keypi eg ein ring. Síðani ringdi eg til Kristinu og spurdi, um hon tímdi við mær ein túr niðan á Slættaratind, og segði hon ’ja’ beinanveg.
- Eg hevði eitt sindur av mistanka, tí hann var so øgiliga spentur og nógv fittari enn vanligt.
Túrurin niðan á Slættaratind mátti droppast vegna ov nógvan mjørka, men uppi á Eiðiskolli var gott veður. Leiðin gekk tí har niðan.
- Komin niðaná fóru vit at eta matpakka. Leivur gav mær mín, og tá eg lyfti ovastu flísina, síggi eg eskjuna við ringinum, og smekki eg lokið saman aftur. Leivur spurdi hvat feilti, og eg segði, at eg hevði sæð ein ring, sigur Kristina flennandi.
- Eg tók so ringin, legði meg á knæ og spurdi, um hon vildi giftast við mær, sigur Leivur smílandi.
Nú var so at finna tíð og stað. Kristina vildi ikki hava vetrarbrúdleyp og vildi ei heldur bíða til næsta ár. Tí endaði tað við at blíva síðst í august – 2 mánaðir frá fríggjarínum.
- Tað var nakað av baksi, men vit fingu so høli á Viðareiði, og vit skulu giftast í Siloa í Fuglafirði 25. august.
Ikki upp á vegin!
Tá eitt par velur at giftast so knappliga, er tað nokk ikki fá, ið fáa tankan, at hon má vera við barn.
- Eg eri ikki upp á vegin, slær Kristina fast.
- Tað er nokk ikki tal á, hvussu ofta fólk hava spurt okkum og enn oftari spurt okkara familju og vinir, um Kristina er upp á vegin. Tað er hon so ikki, og tí ber tað heldur ikki so væl at lúgva seg frá, sigur Leivur flennandi.
- Ella kanska eri eg við barn. Men so er tað við Heilaga Andanum, sigur Kristina skemtandi.
Eftir brúdleypið flyta Kristina og Leivur í leigaða íbúð í høvuðsstaðnum, har tey skulu byrja sítt lív saman sum kona og maður.
--
Myndatekstur:
Fyri trimum árum síðani kendust Kristina og Leivur ikki, men um tríggjar vikur skulu tey giftast
Mynd: Heinesen myndir