Líkindini vóru seinnapartin misjøvn kring landið, tá ið fýra av fimm uppgerðum í 17. umfari í Formula deildini vórðu spældir seinnapartin.
Í toppinum var eingin slingur í valsinum hjá EB/Streymi, sum vann 3-0 á heimavølli ímóti Skála. Higartil hava trý lið roynt at hanga í oddaliðnum. Tvey av teimum ? NSÍ og HB ? fingu einki burturúr, og tað sær alt meiri út sum um, at tað bara er B36, sum í løtuni hevur førleika at renna aftaná oddaliðnum.
Í hinum endanum var tað óvæntað, at KÍ skuldi megna 4-2 í Runavík. KÍ sigurin og B71 javnleikurin bera við sær, at tað er ikki sørt trýst á toftamonnum, áðrenn teir fara til Fuglafirðar.
B68 vann mikukvøldið í Klaksvík, og nú er neyðugt hjá toftamonnum at fáa fulla úrtøku, um teir skulu halda tørn við bæði ÍF og KÍ.
17. umfar
Víkingur-B71 2-2 (1-1)
1-0: Erling Jacobsen
1-1: Patrick Sunday
1-2: Mikkjal Hentze
2-2: sjálvmál
Reytt kort: Símun Hansen, B71
NSÍ-KÍ 2-4 (0-0)
1-0: Bjarni Jørgensen
1-1: Bogi Løkin
1-2: Rógvi Jacobsen
2-2: sjálvmál
2-3: Rodrigo
2-4: Joe Zewe
EB/Str.-Skála 3-0
1-0: Arnbjørn Hansen
2-0: Bárður Olsen br
3-0: Arnbjørn Hansen
B36-HB 2-0 (2-0)
1-0: Klæmint Matras br 26.
2-0: Hanus Thorleifsson 36.
Mánadagin
ÍF-B68
Støðan
EB/Str. 38
B36 30
NSÍ 27
HB og Víkingur 26
ÍF og KÍ 20
B68 17
B71 15
Skála 14
ÍF og B68 hava spælt 16 dystir, og øll hini liðini hava spælt 17 dystir
18. umfar sunnudagin 17. august
HB-EB/Streymur
KÍ-Víkingur
B71-ÍF
B68-B36
Skála-NSÍ