Tað er ein spurningur um økonomi

Av teimum 32.000 tonsunum, sum uppisjóvarskipið Finnur Fríði fiskaði í fjør, avreiddi skipið 123 tons í Føroyum. Vit leggja okkum eftir at fáa sum mest fyri fiskin, sigur reiðaríið í Gøtu

Av teimum 165.000 tonsunum, sum tey føroysku uppisjóvarskipini avreiddu í 2009, vórðu næstan 115.000 tons avreidd í øðrum londum. Nakað bleiv lagt upp í Kollafirði, og Havsbrún í Fuglafirði fekk knappliga 47.000 tons av svartkjafti og sild frá teimum føroysku skipunum.

Tað var sera misjavnt, hvussu stóran part av sínari veiði tey føroysku skipini avreiddu í Føroyum. Á talvuni sæst, at Fagraberg var tað skipið, sum avreiddi mest til Havsbrún, knappliga 17.000 tons. Hinvegin var Finnur Fríði sjáldsamur gestur á Fuglafirði í 2009. Skipið avreiddi allan svartkjaftin og alla sildina, góð 28.000 tons, uttanlands. Tann eina túrin høvdu teir 123 tons av lakssild, sum teir avreiddu til Havsbrún.


Til matna

Sambært reiðarínum hjá Finni Fríða hevði tað sína einføldu frágreiðing, at skipið landaði fiskin uttanlands í fjør. Sagt verður, at nú kvoturnar eru avmarkaðar, er umráðandi at fáa sum mest fyri fiskin, og tí løgdu skipini hjá reiðarínum í Gøtu seg eftir at avreiða sum mest til matna, tí tað gevur betri prís.

Og tað sæst aftur á avreiðingarvirðinum. Finnur Fríði avreiddi 6.000 tons av svartkjafti í Peterhead og Lerwick í fjør. At kalla alt fór til matna, og fyri tann fiskin fekk skipið 1,40 krónu í meðal fyri kilo.

-Høvdu vit avreitt fiskin til ídnað, hevði prísurin ligið um 90 oyru, og so hevði skipið fingið einar tríggjar milliónir krónur minni fyri svartkjaftin, sigur Tórheðin Jensen á skrivstovuni hjá P/F Varðanum.

Myndin við sildini er tann sama, sigur hann. Finnur Fríði hevði loyvi at fiska 16.000 tons av sild í fjør. Alt bleiv avreitt til matna. Teir vóru hepnir at fáa rættiliga stóra sild nakrar túrar, og meðalprísurin, sum skipið fekk, var 2,88 krónur fyri kilo. Var sildin farin til ídnað, hevði prísurin verið 1,95 krónur.

-Sostatt hevði Finnur fríði fingið millum 14 og 15 milliónir krónur minni fyri sildina, um skipið hevði avreitt hana til ídnað. Tað snýr seg um økonomi, sigur Tórheðin Jensen.


Ikki nøktandi umstøður

Hann leggur afturat, at vóru umsøðurnar í Føroyum búnar til at taka ímóti fiskinum, soleiðis at sum mest fekst burturúr, høvdu skipini sjálvandi avreitt í Føroyum. Men tað letur seg ikki gera, sum er.

Tórheðin Jensen sigur, at sjálvandi kunnu skipini avreiða til virkið í Kollafirði, men umstøðurnar har eru als ikki nøktandi, sigur hann. Eitt nú er frystiorkan alt ov lítil, og tí tekur tað alt ov langa tíð at fáa fiskin úr skipinum. Tá Finnur Fríði avreiddi sild til matna í Skagen fyrr í vikuni, tók tað tveir dagar at fáa 1.900 tons úr skipinum. Í Føroyum hevði tað tikið nógv longri tíð, og tíð er sum kunnugt pengar, sigur Tórheðin Jensen. Men kanska verður tað ikki bara ein spurningur um pengar, sigur hann.

-Tað kann eisini blíva ein spurningur um moral. Í ES eru kreftir, sum krevja, at sild og makrelur skulu brúkast til mannaføði, og tí kann tann dagur koma, at vit fáa forboð fyri at landa fiskin til ídnað.

+ talva og mynd


MYNDATEKSTIR:


Tekstur uppi yvir talvuni:

Uppisjóvarfiskur landaður til havsbrún í 2009


Tekstur til mynd av Finni Fríða:

Finnur Fríði og hini uppisjóvarskipini í Gøtu løgdu seg eftir at avreiða fiskin til matna, og tað sást aftur í avreiðingarvirðinum (Mynd: Vinnan)