Hvat er tað sum tey vilja við hesum?
"Gulli" vil eftir ár við myrkum døprum tónleiki, har fjørutrøll og huldufólk myndaðu tónleikin, vísa tað ljósu og glaðu síðuna fram av lívinum. "Gulli" er farin frá málmi og malargróti yvir til bleytan, melidiøsan teldutónleik við íblástri úr gamlari føroyskari søgu, og er hettar tað ið "Gulli" sýnir fram á framsýningini.
Hvat Malan vil? Hvat vil hon?
"Eg vil sum so einki", sigur hon, og hyggur uppeftir. "Men jú, eg vil nógv. Eg havi nógv at siga, og tað skrivi eg niður. Eg skrivi tankar niður, tá eg eri í døpurhuga ella tá eg eri glað. Ella tá eg undrist yvir lívið sum er mær bæði vakurt og ljótt. Tann føroyska náttúran er mær ein íblástur til at lýsa mína undran, sorgir og gleðir, fyri tíðina eisini vakurleikan.
Áin
Áin tutlar uttan fyri,
tað hevur verið friðarligt eina tíð.
Kavin bráðnar.
Eg vassi á vegnum,
men sólin hitar meg.
Eg helt áin teskaði mær nökur orð í oyrað,
men tað vóru einglarnir
sum vaskaðu sær í tí nýggja reina vatninum.
Vakur og syngjandi sat ein fuglur á bönum.
Haldi hann sang um kavan ið bráðnaði.
Malan Tyril
Tummas: "Tað sum eg vil, tá ið eg tekni er at lýsa eitt innara landslag ið eg annars ikki hevði kunna greitt frá, uttan at kunna tekna tað niður. Eisini haldi eg at tekningin fær ov lítla virðing. Sjálvur haldi eg, at tað er tí at tað eru eingir litir á tekningini, og tí sýnist hon køld og nakin. Mær hevur altíð dámt væl at tekna, og tað eru nakrar av hesum tekningum eg sýni fram. Tær eru frá ´97 - ´99. Nakrar eru, sum ikki hava verið sýndar fram áður. Eisini havi eg instalatinónslist við á hesi framsýning. Eg haldi at tað er alt ov sjáldan at slíkt er at síggja í Føroyum. Annars eri eg rættuliga nógv eksperimenterandi í løtuni, men havi tó ikki blaka tekningina til viks. Hon fer altíð at verða hornasteinur mín".
Listaframsýningin, tað er einki at flenna at, uttan teimum báðum har yviri, verður opin til og við sunnukvøldið. Opið er frá 15-00 til 22.00. Tó verður ein "Happyning" aftrat, sum verður leygarkvøldið kl. 21.00, har "Gulli" enn einaferð verður málaður, og møguligani verður okkurt annað á skránni, so sum tónleikur.
Framsýningin er í hølum Arbeiðsmannafelagsins (Ground Floor) í Fuglafirði.