? Tað er enn ov langt millum partarnar til at tað nyttar nakað at kallað partarnar inn til nýggjar samráðingar, sigur Jógvan Amonsen, tá vit spyrja hann, nær semingsmenninir fara at kalla partarnar saman aftur.
Hann gevur Gunnleivi Dalsgarð rætt í, at partarnir skulu flyta seg áðrenn tað nyttar nakað at kalla teir inn til nýggjar samráðingara.
? Fara vit at samráðast nú, so er tað bara sum eitt framhald av teimum samráðingunum, sum slitnaðu, og tað er ikki rætt at gera. Partarnir eru komnir nærri hvør at øðrum, men tað er ikki nóg mikið til at tað nyttar nakað at fara undir framhaldandi samráðingar, sigur hann.
Jógvan Amonsen sigur tó, at tað kann ganga skjótt, tí um partarnir eru sinnaðir at flyta seg, so ber til at fara undir samráðingar við stuttari ávaring.
Men torir tú at siga um hetta verður áðrenn klokkan 18?
? Nei, tað fari eg ikki at meta um. Men vilja partarnir flyta seg, so eru semingsmenninir sinnaðir til at gera skjótt av og fáa gongd á nýggjar samráðingar.
Hvat er tað, sum skilir partarnar?
? Tað er lønarspurningurin, sum er høvuðstrupulleikin. Tað er har tann stóri munurin millum partarnar liggur, og skulu partarnir møtast, so mugu báðir geva seg, sigur Jógvan Amonsen at enda.