Odmar Olsen av Strondum eigur allar føroyskar fløgur, ið higartil eru givnar út. Hvørja ferð ein nýggj kemur á marknaðin, ognar Odmar sær hana.
- Eg eigi eini 500 føroyskar fløgur, harav er um helvtin bert dustsavnandi samlaraobjekt, sigur Odmar. - Kanska einar 100 eru verdigar; og kanska uppaftur 200 hava verdigar skeringar, ið man kann blanda á mp3-aran. Hartil kann láturlig inkompetansa vera sera undirhaldandi í skipaðum nøgdum, men tað er tó mest goymsluvirðið, ið drívur, sigur Odmar, sum umframt allar fløgurnar eigur umleið aðruhvørja føroyska LP.
Eg byrjaði at savna føroyskan tónleik, tí eg ætlaði mær at gera eitt føroyskt uppslagsverk yvir allar útgávur. Eg havi sitið á landsbókasavninum og í plátusavninum hjá Útvarpinum, og roynt at funnið alt, sum er givið út. Eg havi so tastað allar upplýsingarnar um verkini inn á telduna. Hetta er ikki blivið til nakað uppslagsverk, men alt leitiarbeiðið er gjørt.
Hetta stórarbeiði hevur seinastu vikurnar ligið grund fyri atkvøðugreiðslum inni á kjakheimasíðuni kjak.fo, um hvør er besta føroyska fløga í hvørjum ári.
Odmar sigur, at hann fór undir hesar atkvøðugreiðslur til stuttleikar, og viðgongur eisini, at úrslitið neyvan kann brúkast til annað enn stuttleika. Atkvøðugreiðslan byrjaði við árinum 2005, og árini niður til 1996 var besta fløga á hvørjum ári vald, men av tí, at ikki eins nógv kom út í árunum áðrenn hetta, fóru atkvøðugreiðslurnar síðan at fevna um tvey ár, og í løtuni verður atkvøtt um útgávur fyrst í 80unum. Odmar sigur, at hann ætlar at fara heilt aftur til fyrstu føroysku útgávuna. Hesa hevur Odmar nevniliga eisini funnið útav um.
- Okkurt man eg ikki hava funnið, men tann elsta, nakar veit um, er ein frá 1928. Ein norsk dama Signe Liljequist var og vitjaði her og innspældi "Árla var um morgunin" eisini kent sum Flóvin Bænadiktsson" og "Rura, rura barnið". Forlagið, sum gav út, var Pianomagasinet í Havn. Ein andalig kom út umleið 1949, men eg havi ongantíð funnið ta plátuna. Songkórið Ljómur gav tríggjar 78 rpm'arar út samstundis, men eg veit ikki, um tað var áðrenn ella aftaná ella í 1957, einki copyright ár er á hesum. Men tað var frá 1957, at útgávur komu regluliga, greiður Odmar frá.
Fólkatónleikur hevur munin
Vit hava spurt Odmar, um hvørjar fimm fløgur veruliga standa út, sum tær bestu í hansara metan. Úrslitið er, at serliga fólkatónleikurin stendur seg væl. Odmar sigur, at hann heldur, at tað er nógvur góður poppur og rokkur gjørdur í Føroyum, men tað er fólkatónleikurin, sum er allar bestur.
Tað tók eina løtu, áðrenn Odmar fann endaliga listan, men hesar eru sambært honum 5 tær bestu føroysku útgávurnar gjøgnum tíðirnar:
Harkaliðið Harkaliðið (1971)
Harkaliðið verður ikki sett í samband við tað stóra innan produktión, men teirra einasta lp-pláta, var tann mest framkomna innan júst tað pr. 1971. Argandi lyndið í øðrum útgávum frá bólkinum, er ikki at hóma her, hóast minst líka nógv rok stóðst av væl kendu kvæðatulkingunum, sum í hvussu er var Ólavur Riddararós at meini. Hugfangandi og undirhaldandi fløga, sum skiftur millum ýlandi ferð og kæti til drynjandi tunglyndi.
Vælferðarvísur kári p. (1979)
Av røttum mett millum týdningarmiklastu útgávurnar og sum uttan iva hevur havt alstóra ávirkan bæði á tónlistarligan ham og innihald á seinni útgávum. Ein sjálvsagdur klassikari, sum eisini hevði lætt spæl í tíðarbilinum, har stóri meginparturin av populertónleikinum var á ússaligum støði. Politiska dagsskráin rillar kanska á stólinum, men rámandi alt tað sama.
Gaman og álvara Hanus syngur Poul F. (1988)
Tann helst mest skaldsliga av øllum føroyskum útgávum. Frálíkar yrkingar, ið m.a. fevna um sorgblídni, samfelagsrevsing, skemt og ást, og huglagið á hvørjari verður fangað við ólastiligum beinrakni. Einki undur, at Hanus og Poul F. av mongum verða mettir sum ein eind.
Andlit hins tigandi Enekk (1993)
Enekk var ein opinbering. Fólk eru ymisk á máli, um hvør av teirra útgávum er teirra stórsta verk, men eg ivist ikki í, at tað er teirra fyrsta. Sera framsøkin og einastandandi tá eins og nú og hóast eitt mistak ella bæði tvey verða gjørd (serliga hundurin, sum als, als ikki æt Finn í síðstu skeringini) heldur hon sær á framúr høga støðinum við einum væl útintum mytologiskum dámi.
Eivør Pálsdóttir Eivør Pálsdóttir (2000)
Hóast seinastu tíggju árini hava verið gulltíðin fyri føroyskar tónleikaútgávur, so restar í við útgávum, ið bara eru larger than life. Fyrsta solofløgan hjá Eivør tykist stuðla seg væl í fortíðini, men býður einfalda nýhugsan. Frálík songkvinna og eitt heppi, virðiligt umboð fyri okkum úteftir.