Tað er fullteknað til Pro Camp hjá B36 (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðu við Dan Brimsvík, ið verður ein av venjarinum á Pro Camp 9. til 13. juli

Dagarnar 9. til 13. juli skipar B36 fyri Pro Camp, ið er fyri gentur 15, dreingir 15 og dreingir 13.

 

Øll 60 plássini til Pro Camp eru longu fullteknað.

 

Føroyski U14-venjarin hjá Lyngby, Dan Brimsvík fer saman við trimum donskum venjarum og 11 føroyskum venjarum at standa fyri venjingini hjá teimum 60 ungu fótbóltsspælarunum, ið koma úr øllum Føroyum fyri at taka lut á Pro Camp.

 

- Hetta gevur okkum góðar møguleikar at arbeiða við teimum einstøku leikarunum, at vit hava ein venjara til hvørjar fýra spælarar, greiðir Dan Brimsvík frá.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við Dan Brimsvík í sendingini SportBoxin á Rás2 seinnapartin fríggjadagin.