Tað er gott at øll kunnu fáa eitt sindur av grind

Tá ið hvalbiargrindin doyði fyri einari góðari viku síðani, fingu ferðafólk 20% av grindini. Tað hevur elvt til kjak um skipanina við eykapartum. Poul Poulsen, politistur, heldur, at hon skal varðveitast

­ Skipanin við eykapartum skal varðveitast. Hon verður neyvan broytt fyri tað um tað av tilvild vóru serliga nógvir eykapartar hesuferð á hægstu summartíð.

Poul Poulsen, politistur í Suðuroy heldur heilt avgjørt, at mátin, sum grind verður skift uppá í Suðuroynni skal ikki verða broyttur.

Tá ið grind doyr í Suðuroynni verður hon býtt javnt ímillum øll, sum búgva í Suðuroynni. Hvørt mansbarn fær líka stóran part.

Men harumframt er ein skipan við eykapartum.

Og eftir henni hava ferðafólk í oynni eisini rætt til líka stóran part av grindini, sum tey, ið búgva í oynni.

Tað einasta, tey skulu gera, er at fáa vertir sínar í Suðuroy at melda tey til hjá einum bátsformanni.

Tó hendir tað viðhvørt, at sýslumaðurin ger undantak frá tí vanliga skiftinum, men tað hendir bara, tá ið grindirnar eru heilt smáar.

Í hvalbiargrindini seinasta mikudag vóru 251 hvalir merktir. Teir vóru tilsamans 1.248 skinn.

Í Suðuroynni eru 5.123 fastir partar skrásettir.

Men afturat teimum vórðu heilir 1.058 eykapartar skrásettir.

Tað vil siga, at grindini skuldi býtast javnt ímillum 6.181 partar.

Hetta merkir sostatt, at umleið 20% av grindini fór til fólk, sum ikki búgva í Suðuroynni.

Tó skal leggjast afturat, at teir føstu grindapartarnir verða skrásettir fyrst í hvørjum ári.

Tvs, at nýføðingar, og fólk, sum flytir til oynna, verða meldað til sum eykapartar til eitt nýtt ár byrjar.

Hinvegin verða fólk, sum flyta av oynni, og tey, sum doyggja,standandi sum fastir partar aftur til ársbyrjan.

Í Suðuroynni búgva 5.037 fólk.

Og tá ið tað eru 5.123 skrásettir fastir partar, er skjótt at rokna út, at 86 suðuroyingar eru deyðir, ella fluttir.


Fleiri fastir partar

Umframt vanligir partar, og eykapartarnar, eru tað nøkur onnur, sum eisini fáa part.

Táið skinnatalið er talt upp, skulu nakrir partar burturav óbýttum.

Sýslumaðurin fær 2% av grindini.

Tvs, at í hesum førum fekk hann 25 skinn.

Grindaformennirnir í økinum, har hon verður dripin, fáa 1%. Tvs góð 12 skinn í hesum førum. Tað eru seks grindaformenn, so teir fáa tvey skinn í part.

So skal finningarløn latast. Tað er størsti hvalur, sum í hvalbiargrindini var 13 skinn.

Harumframt fáa tey, sum hjálpa til við skiftinum, merkingini, uppháli o.s.fr. eisini eyka part. Hvussu stórur hesin eykapartur er, veldst um, hvussu nógv arbeiði stendst av tí, og, hvussu stór grindin er.

Men tað er ikki óvanligt talan er um eitt skinn, ella upp ímóti tí.

Alt tað verður so drigið frá samlaða skinnatalinum.

Restin verður so býtt ímillum javnt ímillum allar suðuroyingar og teir eykapartar, sum eru


Farnir í tvíningar

Og nú eru suðuroyingar farnir í tvíningar.

Nógv halda, at tað líkist ongum við so nógvum eykapartum.

Tey siga, at skipanin verður misbrúkt so at tað forslær.

M.a. verður sagt, at tann dagingrindin var, kom Smyril suður, fullur av fólki norðaneftir, sum bara komu eftir grind og sum høvdu biðið onkran, tey kendu um at melda seg til.

Og tað var ikki meiningin við eykapartunum. Meiningin var, at tey, sum eru stødd í oynni frammaundan, skuldu fáa eykapart, um tey vilja tað.

Hinvegin eru tað onnur, sum halda, at skipanin er góð, og at hon eigur at varðveitast


Skal varðveitast

Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá sýslumanninum, men hann er burturstaddur í summarfrí.

Men ein annar politistur, Poul Poulsen, heldur, at skipanin við eykapartum er góð og at hon skal varðveitast.

­ Hví skulu øll ikki kunna fáa eitt sindur av grind. Tað haldi eg, er ein góð skipan.

Vóru ongir eykapartar, høvdu suðuroyingar kanska fingið eitt - tvey kilo av tvøsti afturat uppá partin.

­ Tað hvørki livir ella doyr nakar av, heldur hann.

Politisiturin sigur, at tað hevur verið gamal siður at býta eykapartar.

­ Og akkurát nú, í hægstu summartíð, er altíð nógv fólk í oynni.

Poul Poulsen sigur, at skipanin ið eykapartum hevur verið fyri á grindafundi, saman við grindaformonnum.

­ Og har hevur stór semja verið um at varðveita skipanina.

Hann væntar tí ikki, at hon verður broytt, bara tí at tað av tilvild vóru nógvir eykapartar hesuferð.


Alt kann misbrúkast

Annars heldur politisturin, at tað er inki at ivast í, at skipanin við eykapartum verður misbrúkt.

­ Alt kann misbrúkast og tað ivist eg ikki í, at hendan skipanin eisini verður.

­ Men tað var m.a. fyri at sleppa undan misbrúki, at mannagongdin, táið eykapartar skuldu meldast til, varð broytt.

­ Fyrr skuldu allir eykapartar meldast til sýsluskrivstovuna.

­ Men tað kravdi nógva arbeiðsorku.

Og harafturat hevði sýslumaðurin ongan møguleika at vita, um talan var um veruligar eykapartar.

­ Tí varð skipanin broytt fyri nøkrum árum síðani. So nú skulu eykapartarnir boðast frá til bátsformenninar í teimum ymsu bygdunum.

­ Teir eru nærmari fólki, enn sýslumaðurin er, og tí eru teir eisini nógv betri førir fyri at meta um, antin talan er um veruligar eykapartar.

­ Men hetta ger so eisini, at nú hvílir nógv størri ábyrgd á bátsformonnunum, enn tað gjørdi, tí nú stendur tað til teir at forða fyri, at skipanin verður misbrúkt.

Poul Poulsen sigur, at tað ber heldur ikki til at fara yvir til somu skipan sum í Sandoynni, har tey, sum vilja hava eykapart, sjálvi skulu møta upp hjá sýslumanninum at melda seg til.

­ Suðuroyggin er nógv størri enn Sandoyggin.

­ Tað hevði verið fullkomiliga óarbeiðsligt til hjá sýslumanninum, um - sum í hesum førum - yvir 1.000 fólk skuldu møtt upp á sýsluskrivstovuni at melda seg til at fáa eykapart.


Ongir bátspartar

Í Suðuroynni er eisini ein ávís misnøgd við, at bátspartarnir eru tiknir av.

Tvs, at bátarnir, sum eru við at reka grindina, fáa onga samsýning fyri tað.

Tó er tað komið fyri, um talan er um drúgvan grindarakstur, at sýslumaðurin hevur latið teimum eykapart fyri tað.

Poul Poulsen heldur, at tað er teirra egna val, at teir hjálpa til at reka grindina. ­ Og at brúka tað sum umbering fyri at fáa eykapart, haldi eg, er eitt sindur bíligt.

­ Er ongin at reka grind, verður heldur ongin grind, heldur ikki til teir, sum hava bátarnar.

Hinvegin heldur hann, at tað verður onki skil á grindarakstrinum, um bátarnir skulu fáa eykapart.

­So er skjótt at koma í somu støðu sum í Havnini har í bátarnir gera fortreð fyri hvørjum øðrum og har nógvir ikki loysa fyrrenn grindin er komin inn.

Poul Poulsen sigur, at grindadrápini í Suðuroy eru hampilga væl skipað.

Í grindini í Hvalba vóru einir 20 bátar sum róku, og tað heldur hann var passaligt.