Tað er ikki nóg trygt um náttina

ELDRARØKT Í ÓRØKT Vit hava tríggjar náttarvaktir til 64 fólk og tað er ikki trygt, sigur Jóngerð Guttesen, leiðari á Boðanesheiminum

- Trygdin hjá búfólkunum á Boðanesheiminum er ikki nóg góð um náttina.
Tað staðfestir Jóngerð Guttesen, leiðari á Boðanesheiminum.
Tá ið vit tosaðu við hana á miðdegi í gjár, bíðaðu tey enn eftir endaligum boðum frá Almannaverkinum um, hvussu stórar sparingar skulu setast í verk á Boðanesheiminum í ár.
Upprunaliga fingu tey boð um at spara 2,5 milliónir, men seinni varð greitt, at tað var ein roknifeilur.
Men hvat endaliga úrslitið verður, visti hon ikki á miðdegi í gjár.

Ótrygt
Men hon vónar ikki, krøvini verða ov hørð, tí hon heldur, at játtanin er øgiliga tepur, sum er.
Eitt, sum nívur hana, er, at náttarvaktin á Boðanesheiminum er so illa mannað.
- Vit hava tríggjar náttarvaktir til 64 búfólk. Vit hava tvær deildir við 24 búfólkum, sum hava eina náttarvakt í part, og so hava vit eina serliga demensdeild við 16 fólkum, sum hevur eina náttarvakt.
- Hetta er ikki nóg mikið, tí tað er ikki trygt hjá búfólkinum, staðfestir Jóngerð Guttesen.
Hon sigur, at tey hava eina góða kalliskipan og tað hevur stóran týdning. Men sjálvt tann mest nýmótans kalliskipanin kann ikki skráseta eitt typt katetur ella tá ið fólk detta úr seingini og aðrar tilburðir, sum krevja hjálp.
Leiðarin á Boðanesheiminum staðfestir, at náttavaktirnar missa yvirlitið yvir heimið tá ið tær eru so illa mannaðar, sum tær eru.
- Summi búfólk hava brúk fyri nógvari hjálp um náttina. Tað merkir, at tá ið náttarvaktin hjálpir einum búfólki, er ongin náttarvakt at hjálpa øllum hinum fólkunum.
- Tað hendir seg eisini, at brúk er fyri tveimum náttarvaktum til eitt búfólk og so liggur ein heild deild við ongari náttarvakt yvirhøvur hesa tíðina.
- Hetta til stóran ampa fyri starvsfólkini, tí tey vita, at eru tey í ferð við at hjálpa einum búfólki, er eingin at hyggja eftir øllum hinum.
Búfólkini eru eisini ótrygg við støðuna, tí tey vita, hvussu illa mannað heimið er um næturnar.

Eitt mark
Hinvegin staðfestir Jóngerð Guttesen, at tað er einki búfólk, sum fær serliga nógvan heilivág at sova av at hesi orsøk.
- Tað gera vit ikki, tí har gongur markið fyri, hvat vit kunnu forsvara fakliga, sigur hon.
Tá ið hon tosar um tryggleika, hugsar hon ikki um eld.
- Heimið er ógvuliga brunatrygt og vit hava beinleiðis samband við brandstøðina, so tí partinum av trygdini stúri eg ikki fyri, sigur hon.
Hon sigur, at høvdu tey havt ráð til at seta eina náttarvakt afturat, sum kundi gingið runt ímillum deildirnar, hevði tað dámt henni væl.
- Men tað hava vit ikki ráð til, sigur hon
- Tað allarbesta hevði verið at havt tvær á hvørjari deild, tí heimið er so víðført, at tað er so langt at ganga.
- Men tað er tað so slett ikki hugsingur um.
Les fleiri aðrar greinar í blaðnum um sama evni.