Tað er ikki rætt at kroysta tjóðpallin niður á Bursatanga

Fyrrverandi borgarstjóri í Havn heldur ikki, at Kongabrúgvin, Bursatangi og Tinganes, skulu setast í pant fyri eitt Tjóðleikhús

Hví skal ein bygningur, sum er einar 15 -20 metrar høgur, og einar trý, fýra túsund fermetrar til víddar, leggjast á Bursatanga?

Tað er spurningurin, Poul Michelsen, fyrrverandi borgarstjóri í Havn, nú setur á Facebook. Arkitektar eru mest sum samdir í, at nú ætlanin er at byggja eitt tjóðleikhús, er Bursatangi tað besta staðið at byggja tað á.   

Men tað tekur Poul Michelsen ikki undir við, tí hann heldur, at ein bygningur, sum 15 -20 m høgur og einar trý, fýra túsund fermetrar stórur, eigur ikki at verða kroystur niður á Bursatanga

Hann heldur ikki at tað er rímiligt, at samanbera eitt Tjóðleikhús á Bursatanga og á Kongabrúnni við plássini, har mentanarhúsið, Harpan, í Reykjavík, Operahásið í Sydney og í Oslo, eru bygd.

– Bæði Harpan í Reykjavík, Operahásið í Sydney, og Oslo, liggja út móti opnum havi og við ríkiligum plássi bæði á landi og sjógvi, sigur fyrrverandi borgarstjórin á Facebook.

– Eg dugi ikki at síggja tað rætta í at kroysta eitt so ógvusligt bygningsverk niður í eitt so viðbreki og vart øki - og slett ikki tá ið hugsað verður um, at næsti granni er sjálvt Tinganes, sum er elsti og mest virdi býlingur í Føroyum, sigur hann.

– Vit eiga ikki at seta Kongabrúnna, Bursatanga og Tinganes í pant fyri eina slíka ætlan, sum væl kann rúmast aðra staðni í Havn, sigur hann.

Tað eru rættiliga nógv, sum eru samd við honum. Ein av teimum, er Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum. Hann sigur, at hann er púra samdur, tí tað fer at misprýða Tinganes  og Kongabrúnna. Hann heldur, at økið er alt ov lítið og har eru eingi parkeringspláss.

Onnur mæla til at savna inn undirskriftir ímóti ætlanini, men tað eru eisini onkur einstakur, sum heldur, at hetta er ein góð ætlan.