18. umfar í bestu fótbóltsdeildini er á skránni seinnapartin. Tað man vera sjáldan, at tað undan einum umfari er so opið í øllum fimm uppgerðunum, sum tað er hesa ferð.
Líkindini at spæla fótbólt tykjast at fara at verða góð seinnapartin. Sagt verður frá eitt sindur av vindi av eystri og landssynningi, tað verður turt, og hitin fer at liggja millum 10 og 13 stig.
Formula deildin 18. umfar
HB-EB/Streymur: Dagfinn Olsen kl. 15
KÍ-Víkingur: Rúni Gaardbo kl. 15
B71-ÍF: Petur Reinert kl. 15
B68-B36: Ransin Djurhuus kl. 15
Skála-NSÍ: Georg Rasmusen kl. 15
Støðan
EB/Streymur 38
B36 30
NSÍ 27
HB og Víkingur 26
KÍ, ÍF og B68 20
B71 15
Skála 14