Stanley Samuelsen er maðurin, sum er við í rættiliga nógvum tiltøkum í Fuglafirði, nú mentanarvika er.
Longu fyrrapartin í gjár, sum mentanarvikan varð sett klokkan 17, hevði Stanley longu verið við í tveimum tiltøkum. Klokkan 9 vitjaði hann á Studentaskúlanum á Kambsdali, har hann spældi í hálvan tíma fyri øllum næmingunum har.
- Hetta var eitt stórt upplivilsi, sigur hann.
Spældi tvey løg
Á tíðindafundinum fyrrapartin týsdagin spældi hann eisini tvey løg og hevði eina stutta frásøgn um løgini.
- Annað lagið ”Tá eg verði gamal” snýr seg um longsul – tað at leingjast heim og koma heimaftur til tær gomlu gøturnar. Kona mín hevur ein stóran leiklut í hesum sangi. Nú eg eri farin um tey seksti, hugsi eg eisini um, hvussu tað verður, tá megin fer at ganga undan, og hvussu eg fari at orka at koma heim til Fuglafjarðar og Føroyar at vitja. Tá verður gott at hava ein við sína lið sum styðjar og hjálpir, sigur Stanley.
Hin sangurin, sum Stanley sang á tíðindafundinum, kallast ”Kærleiki til móðurjørð”.
- Sangurin snýr seg um tvær bátsvanlukkur, sum hendu yvir stutta tíð, og eg haldi, at tað var í 1913. So vítt mær er sagt, og sum eg haldi meg minnast úr søguni, vóru tað tríggir útróðrarbátar, sum ikki bóru boð í bý. Nógvir mans í góðum árum doyðu, og eftir teir sótu fleiri enn 30 faðirleys børn undir 15 ár.
Hann sigur, at tað var í sambandi við hesar hendingar, at abbi hansara, Andrass Samuelsen, gjørdi eina yrking, sum Stanley sjálvur hevur gjørt lag til.
Í gjárkvøldið hevði Stanley Samuelsen saman við Lív Næs eina ókeypis konsert í Mentanarhúsinum.
Sambært skránni hevur hann aftur verið í gongd longu í morgun, tá hann hevur sungið fyri børnum í barnagarðinum – og fyrrapartin í morgin fer hann at hava konsert í Ribarhúsi fyri skúlanæmingum.
Í annaðkvøld verður konsert og beatles-jam, sum tey rópa tað, í John’s Café, og hetta tiltak verður millum klokkan 15 og 17.
Teir næstu dagarnar verður Stanley Samuelsen eisini á fleiri pallum, og eisini fer hann hin 21. september klokkan 16 at hava workshop um guitarspæl á John’s Café.
Tey seinastu tiltøkini, sum hann verður partur av, verður konsert hin 22. september klokkan 21.30 saman við strúkarum og Bárði á Lakjuni í Mentanarhúsinum – og seinasta tiltakið verður sambært skránni ein tónleikagudstænasta í Fuglafjarðar kirkju klokkan 11 sunnudagin.
Stanley Samuelsen sigur, at tað er honum ein stór gleði og æra at kunna vera við á so mongum pallum á mentanarvikuni.
- Hetta kennist so bestemt ikki sum nøkur byrða. Eg havi sagt við tey, sum fyrireika, at tey kunnu seta meg til tað, sum tey halda seg hava brúk fyri, og so skal eg nokk fylgja við.
Stanley Samuelsen sigur, at hann - umframt konsertina í Mentanarhúsinum týskvøldið - eisini verður við til at spæla til dans og minnast gamlar dagar saman við Absurdi Fair og Silly Boys.
Aktivur á palli
Stanley sigur, at hann fer at stórtrívast í Fuglafirði hesar dagar, og tað ger tað ikki verri, at hann býr í sínum gamla barnaheimi í bygdini. Har eri eg føddur, og tað er deiligt at koma heim her og vera í barnaheiminum, hvørja ferð eg komi upp til Føroyar.
Kendi tónleikarin úr Fuglafirði hevur búð í Danmark í meiri enn fýrati ár, og hann er eisini rættiliga aktivur í Danmark og øðrum londum.
- Eg haldi sjálvur, at eg eri sera aktivur. Eg ferðist nógv og havi longu verið á Kreta, eg havi verið í Íslandi. Nú eri eg her í Fuglafirði – og seinni skal eg eisini til ein festival í Litava, síðan til Skotlands – og í desember komi eg heimaftur til Føroya, har eg í øllum førum skal spæla á eini kirkjukonsert í Hoyvíkar kirkju.
Stanley Samuelsen heldur, at hetta er eitt stórt tiltak, sum er reist á føtur í Fuglafirði, nú mentanarvika er.
- Tiltakið savnar tað mesta sum er av mentan í Fuglafirði, og eg eri sannførdur um, at hetta er toppurin á ísfjallinum, sum vit plaga at taka til. Tað eru ivaleyst fleiri sum goyma sínar gávur og ikki vilja fram við teimum. Skráin er bæði rúgvusmikil og fjølbroytt, og eg vóni, at fólk fara at stuðla uppundir hesi tiltøk, sum eru í skránni. Tað er stórt, sum øll hesi tiltøk eru løgdu inn í gerandisdagin, sigur Stanley Samuelsen, tónleikari.
Tá eg verði gamal
Tá eg verði gamal ....?
Og sólin fer í kav....?
Góða vilt tú hjálpa mær ....?
At sigla yvir hav....?
Eg skal vitja gamlar gøtur ....?
Hitta vinir við....?
Minnast aftur góðar løtur....?
Og finna sálarfrið....?
Tá eg verði gamal....?
Og hárið verður grátt....?
Smíla tíni vøkru eygu....?
Tú teskar góða nátt....?
Eg droymi meg í eydnuríkið....?
Tú ert drotning her....?
Næsta morgun vakni aftur....?
Síggi at so er....?
Tá eg verði gamal....?
Og dagur verður nátt....?
Sálarfriðurin er komin....?
Inn um duragátt....?
Tíni vøkru eygu
spegla tína sál....?
Tak so báðar mínar hendur....?
Og fylg tú mær á mál....