Tað er í mótgongd at styrkin skal vísast

Fótbóltur: Føroyski álopsmaðurin í FCK hevur ikki mist mótið fyri tað, um hann hesar seinastu ferðirnar hevur verið nógv á beinkinum

Síðani Todi Jónsson fyri einum góðum ári síðani skifti frá Lyngby og til FCK, hevur hann verið mettur sum fyrsta valið til pláss í álopinum, og svenski venjarin, Kent Karlsson, duldi ongantíð, at hann skattaði føroyingin í felagnum sum sítt besta álopsess, og at hann metti Toda millum fremstu álopsspælararnar í Danmark ? um hann ikki var skaddur og venjingarstøðan var fullgóð.

Hesar seinastu vikurnar hevur Kim Brink, sum fekk ábyrgdina av liðnum, tá sviin noyddist at fara úr starvinum, havt Toda Jónsson á beinkinum, og hetta hevur verið merkisvert, tí samstundis sum Todi varð tikin út á beinkin, fór FCK at spæla við tveimum í staðin fyri einum manni í álopinum, og hetta er avgjørt uppstillingin, sum liggur meiri ræði fyri hjá Toda.

? David Nielsen og Thomas Thorninger hava verið í álopinum síðani tá, og tað kann ikki sigast annað, enn at teir hava staðið seg væl. Teir hava skorað mál, og tað eru málini, sum álopsspælarar verða mettir út frá, staðfestir Todi Jónsson úr Keypmannahavn. Sjálvandi líkar honum einki serligt at sita á beinkinum, men tað nyttar einki at hanga við høvdinum:

? Allir fótbóltsspælarar vilja spæla við, og sjálvandi ótolnist eg aftur at fáa møguleikan at spæla frá byrjan, men samstundis ræður um at vera tolin, so tú ert klárur, tá møguleikin verður har, sigur Todi Jónsson, sum ikki ivast í, at møguleikin fer at koma aftur.

? Fótbóltsárið er langt, og tað er torført at vera á toppinum alla tíðina. Nú eru onkrir á liðnum, sum ikki hava verið har fyrr í ár, og so eru onkrir á beinkinum, sum annars hava verið á liðnum.


Stuttur steðgur

Todi og teir eru framvegis til venjingar hvønn dag, men tað verður ikki lagt so ógvuliga nógv fyri, tí teir spæla so nógvar dystir. Í fyrrakvøldið skuldu teir havt spælt í kappingini millum fýra lið úr Keypmannahavn og fýra lið hinumegin Oyrasund ? í Ørestad kappingini, sum hon verður nevnd. Men dysturin móti Malmö varð avlýstur, tí tað í nógvar dagar hevur regnað av grimd í Keypmannahavn. Sunnudagin skal FCK spæla á heimavølli móti AaB, sum saman við AB er oddalið í superliguni. Umframt henda dystin eru fýra landskappingardystir eftir undan vetrarsteðginum, og so skal FCK spæla ein dyst í steypakappingini. Hann verður móti AB, so tað eru stórir bitar, sum skulu svølgjast.

Tað er so sum so við vetrarsteðginum hjá Toda og teimum í FCK, tí frá 3. og til 7. desember skulu teir taka lut í einari kapping í Róm. Talan verður um dystir móti fleiri feløgum, men hvør dysturin verður bara ein hálvleik.


Størsta avbjóðingin

Og so er tað størsta avbjóðingin í stuttu søguni hjá FCK, sum liggur fyri framman. Hon verður hóskvøldið í komandi viku, tá eingilska Chelsea við øllum heimsstjørnunum kemur í Parkina at spæla um rættin at halda fram í Europa Cup fyri steypavinnarar. Fyrri dysturin endaði 1-1:

? Tað var eitt stórt upplivilsi at vera á Stamford Bridge, og sjálvandi hevði eg ógvuliga fegin viljað spælt við frá byrjan. Nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður í komandi viku.

Tá vit spyrja Toda, um tað órógvar hann og hinar spælararnar nógv, at felagið hjá teimum er so nógv frammi í pressuni, svarar hann soleiðis:

? Dagarnir ganga sína vanligu gongd, og eg veit ikki meiri um viðurskiftini, sum verða umrødd, enn tað, sum er at lesa í bløðunum og hoyrist í sjónvarpi og útvarpi. Úrslitini hava verið góð tær síðstu vikurnar, so vit kunnu ikki siga, at hetta hevur órógvað nakað.