Tað er meiningsleyst at vit fáa ríkisveiting úr Danmark

Ríkisveitingin hevur verið góð, men tað er meiningsleyst at vit halda fram at taka ímóti eini veiting frá einum samfelagi, sum er fátækari enn vit sjálvi, heldur Magni Laksáfoss

Nú Føroyar eru ríkari enn danir, er tað meiningsleyst, at vit framvegis skulu taka ímóti ríkisveitingini úr Danmark.

Tað staðfesti Magni Laksáfoss, uttanflokkatingmaður, í Løgtinginum, nú langtíðarætlanin fyri hesi næstu árini, var til viðgerar.

Tað er eitt ár síðani, Magni Laksáfoss fór úr Sambandsflokkinum. Men hann sigur, at tað eru øgiliga fá at teimum sambandsfólkum, hann kennur, sum taka undir við, at ríkisveitingin úr Danmark til Føroya, skal hækka.

Tað eru bara politikararnir fyri Sambandsflokkin, sum halda tað, sigur Magni Laksáfoss.

Hann sigur, at tey allarflestu sambandsfólk, hann kennur, halda, at nú vit eru ríkari enn danir, eigur ríkisveitingin kanska at lækka, men í minsta lagi eigur hon ikki at verða hækkað.

Magni Laksáfoss heldur, at orsøkin til, at rikisveitingin alla tíðina verður tikin fram, er fyri at skapa spenningar ímillum Tjóðveldi og Sambandsflokkin.

Men hann heldur, at tað er høpisleyst, tá ið tjóðveldi alla tíðina førir fram, hvussu stórur skaði, ríkisveitingin er fyri Føroyar. 

Tvørtur ímóti hevur ríkisveitingin verið við til at ment føroyska samfelagið til at vera eitt framkomið samfelag á sama stigi sum onnur lond eru á.

Men samstundis spyr hann sambandsfólk, hví vit framvegis skulu taka ímóti ríkisveitingini, nú føroyska samfelagið at komið upp á sama stig, sum onnur lond eru á. 

– Nú vit eru ríkari enn danir, og vit hava ráð til at fíggja samfelagið sjálvi, er tað meiningsleyst at vit framvegis taka ímóti ríkisveiting frá einum samfelagi, sum er fátækari enn vit, heldur fram, sigur Magni Laksáfoss.