Tað er neyðugt at flyta mørk

? Vit skulu øll liva og virka í samfelagnum. Fyri at skapa bestu umstøður hjá øllum, er neyðugt at flyta mørk, ikki við hólmgongu, men við samstarvi sigur Óli Holm, Landsstýrismaður í mentamálum

Lívsvirði

? Lívið setur nógvar spurningar, og soleiðis eigur tað at vera. Tað er ikki bara ein leið at ganga, men fleiri valmøguleikar. Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at skapa karmar, so at fólk hava møguleika at velja, leggja til rættis og virka í samfelagnum.
Tað segði Óli Holm, landsstýrismaður í mentamálum, tá ið hann talaði um torgreidda hugrtakið ?lívsvirði? á fundi í Javna í gistingarhúsinum í Øravík leygardagin.
Javni, felagið hjá teimum menningartarnaðu og húskum teirra, hevði økisfund í Suðuroy leygardagin, at úrvald fólk góvu sítt boð upp á, hvat kann skapa lívsvirði.
Landsstýrismaðurin í mentamálum var ein teirra, sum fekk høvi at siga sína hugsan.
Hann helt, at tá ið Javni stevnir til fundar um lívsvirði, er eyðsæð, at hugsað verður serliga um umstøðurnar hjá teimum, ið hava brek.
?Eg síggi lívið sum eina heild, har øll menniskju eiga at hava møguleika at virka og mennast, í mun til sín egna førleika, segði Óli Holm.

Ein gloymdur spurningur
Hann segði, at tosað verður um lívið sum eina gávu, eitt undur, ein møguleika vit fingu.
? Men samstundis mugu vit sanna, at hjá mongum er lívið eitt baks, eitt stríð frá vøggu til grøv.
? Tað eru so mong viðurskifti, ið ávirka eitt mannalív, tað kunnu vera vána heilsa, likamlig-, sinnislig og andlig brek, fíggjarligar- og sosialar umstøður og mótburður av ymsum slag.
? Nýføðingurin í vøgguni er sum óskrivað blað. Foreldur og avvarðandi fegnast og vilja geva barninum ein góðan uppvøkstur, so at leiðin liggur opin til eitt gott og innihaldsríkt lív.
? Men í øllum stríðnum fyri at náa sum mest, gloyma vit ofta at seta spurningin: Hvat er eitt gott og innihaldsríkt lív, og hvør setur reglarnar fyri hesum.
? Sagt verður mangan, at menniskju eru so ymisk bæði í sinn og í skinn. Væl var, um tað bara var í útsjónd og sinnalagi. Men vit eru so ymisk frá skaparans hond. Eru fødd við ymsum førleikum, bæði likamliga og andliga, tí hava ikki øll somu møguleikar frá barnsbeini av.
? Harumframt eru uppvakstrarumstøðurnar ymiskar, bæði í heimi og samfelag sum heild. Her hugsi eg um, hvat samfelagið kann bjóða fólki á staðnum, har tey búgva, bæði hvat skúla, heilsuverki og frítíðarvirksemi viðvíkaur
Óli Holm helt, at tað, at menniskju eru ymisk og eru fødd við ymsum førleikum, eru treytirnar fyri lívsins margfaldni.
? Men samstundis er tað ein avbjóðing til okkum sum fólk at skapa javnbjóðis møguleikar fyri øll at mennast, uttan mun til likamligan-, andligan- og fíggjarligan førleika hjá tí einstaka.
? At náa hesum endamáli er grundarlagið fyri at skapa innihald í lívinum hjá tí einstaka borgaranum.

Lívið er ein felagsskapur
Landsstýrismaðurin segði, at tað eru nógvar hugsanir um, hvat fólk halda vera lívsvirði.
-? Men hóast tað er ymiskt, hvat vit skilja við lívsvirði, eru tey flestu helst samd í, at tað eru tey viðurskiftini sum geva lívinum meining og innihald, sum eru tey veruligi lívsvirðini, eitt nú gott grannalag, arbeiði, útbúgving, gudstrúgv, eitt gott heim o.s.fr.
? Fyri at skapa lívsvirði í gerandisdegnum, er tað av stórum týdningi, at fólk eru nøgd og kenna á sær, at meining er í tí, tey takast við til dagligt. Hetta er galdandi fyri øll arbeiði. Hetta mennir okkum bæði persónliga og sosialt og ikki minst arbeiðsplássið, har vit starvast.
? Lívið eigur at vera ein felagsskapur ímillum menniskju, so eingin kennir seg einsamallan og uttanfyri. Tí er tað týdningarmikið, at vit geva okkum stundir til at samskifta við okkara medmenniskju, uttan mun til førleika, ella eitt nú hugsjónir.

Nógv er gjørt men langt er eftir
Landsstýrismaðurin hugleiddi um, at lívið tykist okkum mangan gátuført, og vit standa spurin, hví tað lagar seg so ymiskt. Onkur, ið vit hildu átti allar sømdir, fekk kanska ikki so nógv burturúr eftir okkara tykki, meðan tað lagaði seg væl hjá summum, ið vit ikki hildu hava so góða barlast.
? At tað lagar seg so ymiskt veldst bæði um, hvørjar umstøður menniskju hava at skapa sær lívsvirði, og hvat fólk halda vera lívsvirði.
Sjálvur legði Óli Holm áherðslu á, at stavnhaldið má vera, at øll fáa javnbjóðis umstøður at mennast og virka í samfelagi okkara. Á henda hátt helt hann, at vit kunnu skapa møguleikar hjá fólki at skapa sær lívsvirði í tilveruni.
-? Eg veit, at enn er langt eftir á mál, tá tað snýr seg um okkara heilsuverk, skúlaverk og samferðslu. Sjálvur umsitir hann mentamál og skúlaverkið og tí legði hann serligan dent á tað í hesum sambandi.
? Innan skúlaverkið er nógv nátt, hóast langt er eftir á mál. Vit fingu fyri trimum árum síðani nýggja fólkaskúlalóg, sum staðfestir skúlan fyri øll og í tí sambandi ásetur
? næmingalagaða undirvísing
? at næmingum verður veitt sernámsfrøðilig hjálp og
? at skúlum verður veitt sernámsfrøðilig ráðgeving
Hann segði, at í nýggju lóggávuni verður næmingurin settur í miðdepilin, og undirvísingin lagað til førleika hansara, so at hann kann fáa sum mest burtur úr skúlagongdini.
? Hann skal læra at arbeiða sjálstøðugt, samstundis sum flokkurin skal mennast í felag, so at tann einstaki næmingurin verður partur í einum felagsskapi, har javnvirði og javnrættindi ráða. ? ??
? Næmingarnir skulu læra at samstarva, taka avgerðir og kenna samábyrd av arbeiðinum í flokkinum, virða onnur og duga at nýta meginreglurnar fyri at liva og virka í einum fólkaræðisligum samfelag.
? Eisini skulu næmingar kunna fáa sernámsfrøðiliga hjálp, eins og skúlar skulu kunna fáa sernámsfrøðiliga ráðgeving, so at ein og hvør næmingur skal kunna trívast, mennast og læra í mun til førleikarnar hjá tí einstaka barninum.
Hann segði, at tað tekur tað drúgva tíð at fáa eitt umfatandi lógarverk at virka til fulna.
Men í hesum skúlaári er nógv rokkið.
?Játtanin til fólkaskúlan sum heild er munandi hækkað, so at farast kann, eitt nú undir næmingalagaða undirvísing. Samstundis er játtanin til Sernámsdepilin, ið veitir skúlum ráðgeving og hjálp í sernámsfrøðiligum spurningum, eisini økt. Harafturat hevur Deyvaøkið fingið betri umstøður og farið er undir at gera næmingalagað undirvísingartilfar til byrjanarundirvísingina.


Fleiri valmøguleikar
Hann segði, at lívið setur nógvar spurningar, og soleiðis eigur tað at vera. Tað er ikki ein leið, men fleiri valmøguleikar.
? Uppgávan hjá landsins myndugleikum er at skapa karmar, so at fólk hava møguleika at velja, leggja til rættis og virka í samfelagnum. Soleiðis at tann einstaki, uttan mun til førleika, finnur meining og virði í tí, hann tekst við, bæði í arbeiði, heimi og í frítíð. Og eisini at tann fjølbrekaði og sjúki fær umstøður at taka lut í og fylgja við í tí, ið fyriferst og hevur teirra áhuga. Hetta krevur bæði fíggjarligar umstøður og samstarv og samskipan millum stovnar.
Hann vísti á, at tilmæli er gjørt um sernámsfrøðiliga økið. Tað hevur verið til hoyringar hjá feløgum, skúlum og stovnum.
? Samanumtikið kann sigast, at tørvur er á at fáa málið lýst greiðari og í størri høpi og til hetta krevst rúmari tíð. Tí havi eg sett ein innanhýsisbólk, ið skal lýsa kostnaðin av tilmælinum. Harumframt havi eg eisini avgjørt at skipa fyri fundum við foreldrafeløg, MBF, Sernámsdepilin og skúlastjórarnar í fólkaskúlanum fyri at fáa málið lýst so breitt sum til ber.
Óli Holm helt nevniliga, at tað er umráðandi, at tann skipan, sum nú verður vald fær undirtøku bæði frá brúkarunum av skipanini, teimum, sum skulu virka í skipanini,og teimum, sum skulu fyrisita skipanina.
? Í álitinum verður mælt til stórar broytingar og verður tilmælið sett í verk ella bara partar av tilmælinum fer tað at betra munandi um korini hjá teimum brekaðu, segði hann.
Hann segði eisini, at 2002 kosið at vera árið hjá fólkaskúlanum við heitinum ?tann góði fólkaskúlin?. Í hesum sambandi verið arbeitt við ymsum evnum, eitt nú næmingalagað undirvísing, trivnaður, samstarv, eftirmeting og sernámsfrøði. Hann segði, at ætlanin er, at øll skulu fáa høvi at siga sína hugsan um, hvat ein góður fólkaskúli er.
? Vit skulu øll liva og virka í samfelagnum. Fyri at skapa bestu umstøður hjá øllum, er neyðugt at flyta mørk, ikki við hólmgongu, men við samstarvi. Vit mugu veita trygd fyri menning hjá teimum minni mentu, samstundis sum øll fáa sínar avbjóðingar,segði Óli Holm, sum at enda las brot úr yrking, har ein lærari skrivar til ein menningartarnaðan næming:

Tú lærir meg, at lívið
er meir enn vøkur orð.
Er meir enn tøl og bøkur
og annars heimlig kor.
At kærleiki og hjálpsemi ?
ja, alt, sum lívið ber,
eru dýrabarar gávur,
okkum givnar her.

Yrkt hevur Sædis Eilifsdóttir, lærari í Gøtu
? Soleiðis eiga vit at læra hvør av øðrum uttan mun til, hvørji vit eru ella hvønn førleika vit hava, segði Óli Holm.