Malla Dam, býráðslimur á Tvøroyri, gevst nú í býráðnum
Hon hevur søkt um at verða loyst úr starvinum sum býráðslimur og tað skal býráðið á Tvøroyri nú taka støðu til.
Malla Dam sigur, at tað eru nógvar orsøkir til, at hon nú gevst.
Tær flestu orsøkirnar eru persónligar, men tað eru eisini politiskar orsøkir.
- Eg eri lærari og eg havi fýra børn, har tað elsta gongur í fyrsta flokk. Samstundis er maður mín burtur helvtina av árinum.
- Tískil fellur býráðsarbeiðið mær so tungt, at eg ganga við eini kenslu av, at orkan røkkur ikki til.
Hon vísir á, at tað liggjar ovurstórar uppgávur fyri framman hjá býráðnum bæði á eldraøkinum, barnaverndarøkinum, barnaansingarøkinum og á øðrum økjum.
Malla Dam heldur, at veljarin hevur uppiborið at hava býráðslimir, sum megna arbeiðið til fulnar og tað følir hon ikki at hon sjálv klárar, sum umstøðurnar eru nú.
Men hon viðgongur, at tað eru eisini politiskar orsøkir til, at hon nú gevst.
- Býráðsarbeiðið hevur verið bæði stuttligt og spennandi, men tað er ikki yvir at dylja, at onkuntíð føli eg, at vit samvirka sum ein eind, tí vit eru ikki samd innanhýsis sigur hon, tó uttan at hon vil nágreina tað.
Men seinast, Malla Dam alment var í andstøðu til restina av samgonguni í býráðnum á Tvøroyri, var tá ið hon ikki fekk undirtøku fyri at lata frítíðarskúlan sleppa at brúka hentleikarnar í nýggja ítróttardeplinum við Stórá.
Og tað stendur hon fast við.
- Ítróttardepilin kostar kommununi 18-20 milliónir og eg haldi, at tað er burturvið at lata einum einsamøllum felag eitt so stórt verklag, uttan at lata nakran annan sleppa framat, sigur hon.
Samanumtikið fellur býráðsarbeiðið henni nú so tungt, at hon tí hevur gjørt av at lata býráðssessin yvir til næsta umboðið á javnaðarlistan á Tvøroyri, sum er Marit Poulsdóttir frá fyrsta september í ár.
- Nú fari eg at miðsavna meg um at vera ein góður lærari og ein góð mamma, sigur Malla Dam.
Men hon útihýsir kortini ikki, at hon stilla uppaftur einaferð, skuldi umstøðurnar tala fyri tí.