Aftur í dag hevur dúgliga verið leitað í leivdunum eftir leirskriðulopið í Ask í Gjerdrum kommunu, nærindis Oslo í Noregi. Av 10 saknaðum, eru nú trý lík funnin, eitt fríggjadagin og tvey í dag. Framvegis eru sjey fólk ikki komin afturíaftur.
Tað er DB, sum seint í dag veit at siga, at triðja líkið nú eisini er funnið í leivdunum.
Í Noregi leggja tey dent á, at leitað verður eftir livandi, men sum tíðin gongur, minkar vónin um at finna fólk á lívi. Sagt hevur tó verið, at luftlummar kunnu vera í leivdunum, har fólk framvegis kunnu vera á lívi.
Løgreglan arbeiðir nú við at eyðmerkja líkini, soleiðis at avvarðandi kunnu fáa boð. Tey sjey, sum framvegis eru saknað, eru bæði kvinnur, menn og barn. Tíggju fólk hava fingið skaða, harav eitt fólk er illa meiðslað.
VG veit at siga, at kantarnir til leirskriðulopið framvegis eru óstøðugir, og tí er leitingararbeiðið heldur ikki vandaleyst. Men, nógv verður lagt fyri. Tilsamans níggju hús eru endaði í skriðulopinum, og her búðu tilsamans 31 fólk.