Tað er strevið at vera pinkutjóð

Í Fótbóltssambandinum kendu teir seg fríggjadagi noyddar at brúka svenska UEFA formannin, áðrenn tað var komið upp á pláss, at ferðin til Jugoslavia verður í august

Tað verður ofta tikið til, at tað er strevið at teljast ímillum teir smáu ? eisini í altjóða fótbóltsfamiljuni. Hetta hevur ferð eftir ferð verið sjón fyri søgn, og aftur í síðstu viku var tað rosøk hjá FSF at halda, at tað ofta er lættari at fáa viðurskiftini upp á pláss hjá teimum stóru, enn tað er hjá teimum smáu.

Seinnapartin fríggjadagin ? eftir at pappírsútgávan av Sosialinum var farin til prentingar ? frættu vit og løgdu út á Internet útgávuna, at avgerð varð tikin um, at útsetti dysturin ímóti Jugoslavia skal spælast í Beograd 15. august komandi ár. At avgerðin varð tikin fríggjadagin kom ikki av sær sjálvum. FSF noyddist at leggja nógva orku og tíð í, áðrenn hetta var komið upp á pláss.


Leyst og liðugt hjá russarunum

Uppgávan hjá FIFA í hesum sambandinum var at gera av, nær dysturin, sum Russland skuldi havt spælt í Jugoslavia leygardagin, og dysturin, sum Føroyar skuldu havt spælt í Jugoslavia í morgin, skulu spælast.

FSF setti seg mánadagin í samband við FIFA. Tá fekst at vita, at tað vóru tríggir møguligir dystardagar. Ein var 15. november í ár, ein var 15. februar komandi ár, og ein var 25. apríl komandi ár.

? Vit søgdu teimum í FIFA, at hjá okkum var 25. apríl tann besti dystardagurin, og at tað fór at koma illa við, um dysturin skuldi spælast í november ella í februar. Tað tóktist liggja í luftini, at tað fór at bera til at spæla flaggdagin, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, sum í síðstu viku brúkti nógva tíð upp á henda spurningin.

Tað var ikki fyrrenn Ivan Eginsson ? hann býr nú í Føroyum, men hevur fyrr arbeitt sum altjóða fótbóltstíðindamaður á størsta dagliga ítróttarblaðnum í Russlandi ? segði Sosialinum og FSF, at ein annar møguleiki var 15. august, at hesin dagurin yvirhøvur kom upp á tal.

? Tá eg tosaði við FIFA týsdagin, skilti eg, at nú hevði Koloskov, sum er formaður í russiska fótbóltssambandinum og fyrrverandi næstformaður í FIFA, verið uppi í leikinum. Hann hevði greitt frá, at tað fór ikki at bera til hjá russarum at spæla nakran annan dag enn 15. august. So var tað avgjørt, og so var takið hjá okkum at finna ein annan dystardag, sigur Ísak Mikladal.


Lennart noyddist at hjálpa til

Í FSF vildu teir ógvuliga fegnir hava avgreitt undan dystinum í Sveis leygardagin, nær dysturin í Jugoslavia skuldi spælast. Teir vildu ikki koma í ta støðu, at spælararnir sunnudagin fóru í hvør sítt herðashorn, meðan teir hildu seg vera farnar í vetrarfrí, og at FSF kanska í hesi vikuni skuldi senda boð eftir teimum aftur, tí teir skuldu fyrireika seg til landsdyst í Jugoslavia 15. november.

? Vit boðaðu FIFA frá, at vit ynsktu, at dysturin varð spældur í august, og í síðstu viku royndu vit fleiri ferðir at streingja á teir, men taø tóktist ganga striltið, sigur Ísak Mikladal.

Á middegi fríggjadagin var eingin avgerð tikin, og so metti Ísak Mikladal at tað var neyðugt at brúka sambandið, ið ivaleyst hevði størri møguleikar at trýsta eina avgerð ígjøgnum enn FSF.

Formannin í europeisku fótbóltssamgonguni, svian Lennart Johansson, hevur FSF havt gott samband við øll árini, Føroyar hava verið við í altjóða fótbólti. Torleif Sigurðsson telist millum teir av núverandi fótbóltsformonnunum í Europa, sum hava sitið longst, og hann hevur havt nógv samskifti við UEFA formannin.

? Lennart er formaður í nevndini hjá FIFA, sum hevur við HM kappingina í Japan og Suðurkorea at gera. Seinnapartin fríggjadagin ringdi eg til hansara. Hann var akkurát komin til Gøteborg, har hann leygardagin skuldi síggja dystin ímillum Svøríki og Turkaland. Eg greiddi honum frá, hvussu landið hjá okkum lá. Tað tóktist hjálpa, tí klokkan 16.30 henda sama dagin var tað komið upp á pláss, at dysturin í Jugoslavia verður spældur 15. august komandi ár, og tað líkar okkum sera væl, sigur Ísak Mikladal, aðalskrivari í Fótbóltssambandinum.