Í gjár varð farið undir fjórða umfar í Betrideildini. Tá vóru tveir dystir, og í kvøld verður punktum sett við trimum dystum.
Í gjár var talan um tveir favorittsigrar. B36 vann 3-1 í Trongisvági, og NSÍ vann 5-0 á heimavøli ímóti ÍF.
Í fjør var miðalmáltalið fyri allar 135 dystirnar 3,22. Higartil í ár er miðal máltalið 3.53. Báðir dystirnir í gjár togaðu miðaltalið uppeftir.
Í gjárkvøldið endaði annar dysturin 5-0, og leygardagin vann B36 6-2 á heimavølli ímóti Skála, og sunnudagin vann HB 5-0 á Argjum.
Tað er lítið sannlíkt, at talan verður um fleiri stórar sigrar í kvøld, men tað er ikki óhugsandi, at tað fara at verða skorað fleiri mál.
Í Klaksvík fær KÍ vitjan av EB/Streymi. Hóast liðini liggja lið um lið á støðutalvuni, so man meistaraliðið vera greiður favorittur. Í Gundadali kennist tað vera púra opið, tá ið HB og Víkingur hittast, og soleiðis er tað eisini á Skála, har AB verður gestur.
Tað verður sagt frá góðum líkindum at spæla fótbólt seinnapartin og í kvøld.
KÍ – EB/Streymur: Bjarki Danielsen kl. 19.00
Skála – AB: Áron Sofus Vest kl. 19.00
HB – Víkingur: Eiler Rasmussen kl. 17.00
NSÍ – ÍF 5-0 (1-0)
1-0: Klæmint A. Olsen 8.
2-0: Klæmint A. Olsen 50.
3-0: Mórits Heini Mortensen 57.
4-0: Klæmint A. Olsen 59.
5-0: Betuel Hansen 76.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
NSÍ: Tórður Thomsen – Jákup Jakobsen (Pætur Hentze, 62.), Jóhan Troest Davidsen, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen, Mórits Heini Mortensen (Búi Egilsson, 70.), Betuel Hansen, Salmundur Bech (Pætur T. Skipanes, 70.), Jann J. Benjaminsen – Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen
Gult kort: Salmundur Bech
Venjari: Glenn Ståhl
ÍF: Milos Budakovic – Sjúrður Pauli Nielsen, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard (Sámal Joensen, 27.), Andy Ó. Olsen – Dánjal á Lakjuni (Gundur E. Petersen, 25.), Bogi Løkin (Jóhan Petersen, 59.), Hákun Edmundsson, Ari Ó. Ellingsgaard – Filip Djordjevic, Uros Stojanov
Gult kort: Sjúrður Pauli Nielsen, Sámal Joensen, Filip Djordjevic
Venjarar: Hans Jørgen Djurhuus og Ólavur Larsen
TB - B36 1-3 (1-2)
0-1: Michal Przybylski 7.
1-1: Poul Ingason 21.
1-2: Sonni Ragnar Nattestad 28.
1-3: Meinhard E. Olsen 49.
Dómari: Alex Troleis
TB: Meinhardt P. Joensen – Jens Erik Bruhn, Rasmur Møller, Ndende Adama Guéye, Sebastian Kroner – John Villi Wøldike Leo, Dánjal Godtfred – Eirikur M. Ellendersen (Musah Armah, 46.), Rógvi Joensen, Einar Thorsteinsson (Mads Raben, 55.) – Poul Ingason (Samudeen Musah, 79.)
Gult kort: Eirikur M. Ellendersen, Samudeen Musah
Venjari: Michael Winter
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen (Magnus Holm Jacobsen, 76.), Erlendur Magnusson, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski, Stefan Radosavljevic (Ragnar Samuelsen, 65.) – Árni Frederiksberg, Sebastian Pingel (Brian Jakobsen, 71.), Meinhard E. Olsen
Gult kort: Stefan Radosavljevic
Venjari: Jákup á Borg
B36 | 4 | 4 | 0 | 0 | 14 | 3 | 12 |
NSÍ | 4 | 3 | 0 | 1 | 11 | 2 | 9 |
HB | 3 | 3 | 0 | 0 | 9 | 1 | 9 |
Víkingur | 3 | 2 | 1 | 0 | 6 | 2 | 7 |
KÍ | 3 | 2 | 0 | 1 | 6 | 4 | 6 |
EB/Streymur | 3 | 1 | 0 | 2 | 2 | 4 | 3 |
ÍF | 4 | 1 | 0 | 3 | 4 | 13 | 3 |
AB | 3 | 0 | 1 | 2 | 0 | 8 | 1 |
TB | 4 | 0 | 0 | 4 | 3 | 10 | 0 |
Skála | 3 | 0 | 0 | 3 | 5 | 13 | 0 |
Máltindurin | ||
Adrian Justinussen | HB | 6 |
Jóannes Bjartalíð | KÍ | 4 |
Uros Stojanov | ÍF | 4 |
Meinhard E. Olsen | B36 | 4 |
Klæmint A. Olsen | NSÍ | 4 |