Tað er tað vert

Fyri summi ? serliga fólk við flogræðslu ? kann ein túrur yvir um jørðina í flogfari tykjast øgiligur. Einar 25 tímar tilsamans í flogfari verður tað tá til, men tá ein sjón sum sólarrisið yvir Sydney í Avstralia tekur ímóti, so er tað alt stríðið vert

Sydney, Avstralia: Flogferðin til Ný Sæland byrjaði í Føroyum týsdagin tann 28. oktober. Teir báðir tímarnir í flogfarinum hjá Atlantsflogi til Danmarkar var ein lítil smakkiroynd upp á tað, sum lá fyri framman. Men kortini var tað tíbetur onki, sum kundi fyrireika okkum upp á ferðina, sum lá fyri framman. Tíbetur, tí annars er spurningurin, um vit høvdu farið.
Havast skal í huga, at ferðalagið hjá okkum telur fýra børn, eitt ársgamalt, eitt trý ára gamalt og tvey upp á fýra ár og so trý vaksin. Men sigast skal beinanvegin, at um vit so vóru tíggju vaksin, so hevði onki kunnað stytt um tíðina hjá børnunum í Thai Airways flogfarinum tvørtur um knøttin.
Vit steðgaðu eina nátt í Keypmannahavn, áðrenn farið varð víðari. Tí tað gav ein náttarsvøvn hjá øllum. Hetta hildu vit vera sera skilagott. Og tó?úrslitið var, at onki av børnunum svav nakað serligt á flogtúrinum til Bangkok, sum vardi knappar tíggju tímar. Men túrurin var tó ikki so galin, tað torførasta var bara at finna upp á okkurt til børnini, so tíðin kundi ganga. Tí eitt flogfar er ikki tað rúmsháttasta til børn. Hini ferðafólkini skulu tó eiga, at tey vóru sera tolin og søgdu ikki nógv, hóast tað til tíðir kundi verða eitt sindur av grenji og gráti. Onkur hugdi eitt sindur illur, men sum heild vóru øll skiljandi. Hvat er at gera? Tey flestu munnu vera greið yvir, at foreldur, sum ferðast við teirra smábørnum royna sítt besta fyri ikki at órógva hini ferðafólkini meira enn allarhægst neyðugt.
Kvalandi hiti
Komin til Bangkok um sjeytíðina hósmorgun. Nú hava vit flogið í tíggju tímar og flutt klokkuna sjey tímar fram. So jetlag er so smátt farið at gera vart við seg. Vit skulu steðga í Bangkok í 11 tímar, so nú skal sovast.
Hotellið liggur umleið 20 minuttir í bili frá flogvøllinum. Men tað ringasta er tann kvalandi hitin, sum tekur ímóti. 30 stig og ikki eitt lot. Ein fær nærum ikki luft. Men hotellkømrini hava "air-conditioning", so tað er ikki so galið at vera inni.
Hotellið hevur ein uttandurasvimjihyl, so tað fyrsta børnini gera er at leypa útí. Hetta man vera ein av teimum fyrstu ferðunum, at tey hava svomið úti um áttatíðina um morgunin?
Teir fimm tímarnir av svøvni, sum øll fingu í Bangkok, gjørdu væl. Men tíbetur var tað ikki nóg mikið, tí øll svóvu tey meginpartin av túrinum til Sydney. Meginpartin vil siga fýra av teimum átta tímunum, sum ferðin tók. Men eftir túrin til Bangkok, skal ikki nógv til fyri, at hesin verður betur enn hann.
Tann seinasti tímin er sera langur. Tykist ikki at fáa nakran enda.
»Nú eru vit har skjótt« ella »Nú verður tað ikki so longi afturat« munnu vera teir mest slitnu og nýttu setningarnir á hesi ferðini. Tíverri nyttar tað ikki altíð so nógv at siga ? í øllum førum ikki við eitt eitt ára gamalt, sum hevur fingið nóg mikið av flogferðum.
Einastandandi tænasta
Sigast skal tó, at tænastan umborð á Thai Airways flogførum er einastandandi góð. Ein ørgrynna av flogternum renna runt allatíðina og bjóða tær at eta, drekka ella hvat ein nú hevur tørv á. Stuttligt er eisini at síggja, hvussu hugtiknir asiatar eru av børnum. Hvørja ferð tey koma fram við setrunum, har børn sita, taka tey sær tíð til at fjasa við børnini. Hóast tey hava úr at gera.
Spildurnýggir filmar koyra allatíðina á stórskíggjunum og í millum teir kemur flogleiðin fram saman við upplýsningum um, hvar vit eru, hvussu langt uppi, hvat klokkan er og hvussu langt og longi tað er eftir at flúgva.
Flogternurnar eru somuleiðis sera hugtakandi at síggja. Íklæddar fótsíðum niðurdeilum og jakkum ella klædningum úr Thai-silki í alskyns vøkrum og sterkum litum, geva tey flogfarinum ein heilt serligan dám.
Eitt sindur torført er tað tó at venja seg við, at tey bukka fyri einum. Serliga beint tá ferðafólkini koma umborð og fara í land. Tá standa tey við samanløgdum hondum framman fyri andlitið og bukka, meðan tey siga góðan dag, farvæl ella takk á skiftivís enskum og thailendskum. Tey eins væl og øll onnur vita, at ferðin er long og drúgv og krevur nógv. Serliga tá smábørn eru við, so tey leggja alla orku í at gera ferðina so góða sum yvirhøvur gjørligt. Og tað eydnast teimum til fulnar, tí teirra partur liggur so sanniliga ikki eftir.
Sólarris
Myrkrið uttan fyri vindeygað er eisini keðiligt. Ein kann ikki eingongd biðja børnini hyggja út at skýggjunum undir okkum.
Men brádliga byrjar havsbrúgvin at lýsna. Skjótt gongur, og hon fær ein myrkabláan kant. Lítla løtu seinni er kanturin vorðin heilt ljósur og okkurt reytt hómast eisini.
Síðani kunnu orð ikki lýsa tað, sum kemur til sjóndar. Sólin kemur spakuliga upp, meðan himmalin verður reyður, nærum violettur. Sjálvt børnini sita hugtikin, friðarlig og hyggja.
»Mamma, er hatta sólin?« Soleiðis hevur hon ongantíð sæð út í Føroyum. Og tó. Ein hevur bara helst ongantíð sæð sólarris í Føroyum úr eini hædd upp á 37.000 føtur í einum Boeing 747 hjá Thai Airways.
Burtur eru allir tankar um hendan langa túrin og burtur eru somuleiðis allir tankar um, at tað framvegis eru knappir tríggir tímar eftir í flogfarinum. Frá Sydney til Auckland í Ný Sælandi.
Tað einasta sum er til, er sjónin uttanfyri flogfarið og tankin um at fáa fast undir føturnir í einar tveir tímar aftur, áðrenn farið verður undir tann stytsta teinin á túrinum. Sum tó helst fer at tykjast sum tann longsti, tí nú tíma vit ikki meira. Ongin av okkum. Og allarminst børnini.
Men sjálvt tey verða smittað av hesi vøkru sjón. Og tá kann ein ikki hugsa annað, enn at henda langa ferðin var tað vert.