Tað er trýst á havnarfeløgunum

Við 3-2 sigrinum í Klaksvík hevur EB/Streymur syrgt fyri, at fjarstøðan aftur til tey næstu eftir hetta umfarið verður í hvussu so er eins stór, sum hon var undan 12. umfari.

NSÍ sigurin á Sandi ber við sær, at tað er neyðugt hjá B36 at vinna heimadystin ímóti ÍF mánakvøldið, og at tað er neyðugt hjá HB at vinna á Skála mikukvøldið, um NSÍ skal fáast av aftur silvurplássinum.

At B68 í dag vann fulla úrtøku ber við sær, at munurin frá trimum teimum aftastu og fram til fjórði aftasta plássið nú er fýra stig. ÍF hevur mánakvøldið møguleika at eta seg inn á KÍ og B68.

 

KÍ-EB/Streymur 2-3 (1-1)

0-1: Hans Pauli Samuelsen

1-1: Kristoffur Jakobsen

2-1: Milic Curcic

2-2: Arnbjørn Hansen

2-3: Hans Pauli Samuelsen

 

B71-NSÍ 0-2 (0-1)

0-1: Johan Troest Davidsen

0-2: Milan Pejcic

 

B68-Víkingur 1-0 (1-0)

1-0: Jann Ingi Petersen br

 

Støðan

EB/Streymur 32 stig

NSÍ 21 stig

B36 20 stig

HB 19 stig

Víkingur 15 stig

KÍ og B68 14 stig

ÍF 10 stig

Skála 8 stig

B71 5 stig

B36, HB, ÍF og Skála hava spælt 11 dystir, og hini liðini hava spælt 12 dystir.

 

Mánakvøldið 23. juni

B36-ÍF

Mikukvøldið 25. juni

Skála-HB

 

13. umfar

Sunnudagin 29. juni

Víkingur-EB/Streymur

B71-KÍ

NSÍ-B36

Mánadagin 30. juni

B68-Skála

Mikudagin 2. juli

ÍF-HB