Tvær tær seinastu ferðirnar hevur Víkingur einki fingið burturúr – ímóti HB í Gundadali og NSÍ á heimavølli. Harvið er tað trýst á meistarunum undan B36 vitjanini seinnapartin.
Tað er ikki á hvørjum ári, at Víkingur tapir tríggjar ferðir á rað. Um einki fæst burturúr ímóti B36, so verður tað fyrsta ferðin síðani 2013, at liðið einki vinnur í trimum dystum á rað. Í 21. – 23. umfari 2013 tapti Víkingur ímóti NSÍ, B36 og AB. Síðani er tað ikki komið fyri, at Víkingur hevur tapt meiri enn tvær ferðir á rað.
Hans Jørgen Djurhuus er leikbannaður, og Elias Rasmussen og Hanus Jacobsen hava í vikuni ikki vant við fullari ferð.
Í gjár var hvørgin av Lervig tvíburunum – Hans Jákup og Elias – á næstbesta liðnum, meðan Philip Djordjevic spældi ein tíma.
B36 spilti seg burtur annan páskadag, tá ið tvey brotsspørk vórðu misnýtt ímóti HB:
-Tað var ræðuligt, tí møguleikarnir verða ikki størri. At misnýta stórar møguleikar hevur higartil kostað okkum trý stig á Eiði og tvey ímóti HB. Hatta fáa vit einki gjørt við. Nú hava vit fokus á avbjóðingini í Sarpugerði, sigur Róaldur Jakobsen, sum var annar teirra, ið misnýtti brotsspark ímóti HB.
-Í longum løtum hevur spælið higartil riggað heilt væl. Tað er undir trýsti, at vit mennast, og vit fara í dag norður til Gøtu við sjálvsáliti, sigur Róaldur Jakobsen.
Allir B36 spælararnir eru tøkir uttan Eli Falkvard Nielsen, sum noyddist skaddur av vøllinum annan páskadag.