Átjan valevni bjóða seg fram á tveimum listum til bygdaráðsvalið í Nes kommunu.
Umframt almenna borgara listan er eisini stillað upp á kvinnulista. Ellivu valevni eru á almenna listanum, og sjey valevni eru á kvinnulistanum.
Tríggir av sjey bygdaráðslimum eru á almenna listanum – Jóhannus Danielsen, borgarstjóri, Súni í Hjøllum, varaborgarstjóri, og Niclas Davidsen, sum hetta skeiðið er formaður í teknisku nevnd.
Saman við teimum eru tveir fyrrverandi bygdaráðslimir. Teir eru Harry Benjaminsen og Petur Jákup (Dakko) Petersen. Hini á listanum eru Kaj Eli Hansen, Høgni Hansen, Bjørg Reinert Højgaard, Jákup Gøthe, Oddmar Andreassen og Meinhard Gaardlykke.
Elin á Torkilsheyggi bygdaráðslimur er á kvinnulistanum saman við Peddy Højgaard, Sigvør Nesá, Hanna Krista Poulsen, Tórun Frederiksberg Dalfoss, Inga Hansen og Oddfríða Højgaard.
Á valinum fyri fýra árum síðani fekk almenni listin 545 atkvøður og fimm umboð og kvinnulistin 190 atkvøður og tvey umboð í bygdaráðið.
Av teimum sjey, sum nú manna bygdaráðið, bjóða trý seg ikki fram aftur. Tey eru Mortan Højgaard og Jákup A. Olsen, sum vórðu valdir á borgaralistanum, og Súnfríð Jacobsen, sum varð vald á kvinnulistanum.
Í Nes kommunu eru tríggjar bygdir – Saltnes, Toftir og Nes. Samlaða fólkatalið var á nýggjárinum 1237 – 119 í Saltnesi, 792 á Toftum og 326 á Nesi.