Hóast máltalvan vísir 4-0, nú síðsta bríksl hevur verið í Herning, so er tað ávísur lætti í føroysku leguni.
Tá ið spælararnir fóru at hvíla seg, var Danmark frammanfyri 4-0, og tá róðu teir í donsku miðlunum framundir, at hetta kundi fara at vísa seg at verða kvøldið, tá ið Danmark fór at vinna størsta sigurin í nógv ár.
Soleiðis tók tað seg ikki upp. Eftir steðgin hekk tað væl saman í føroyska verjuspælinum, og danir vóru als ikki so ofta í føroyska brotsteiginum, sum teir vóru tað í fyrra hálvleiki. Føroyingarnir vístu eisini størri sjálvsálit í samanspælinum, enn teir høvdu gjørt í fyrra hálvleiki.
Skammlopið á føroyska liðnum var í tíggju minuttir miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá ið Danmark skoraði trý mál, og so øktu danir um munin til 4-0, tá ið fyrri hálvleikur var um at vera runnin.
Føroyska liðið hevði tríggjar góðar møguleikar at skora. Tann fyrsta átti Andreas Lava Olsen seint í fyrra hálvleiki, tá ið hann var púra leysur, men Kasper Schmeichel bjargaði.
Brandur H. Olsen var í góðari støðu, tá ið hann eitt sindur til vinstru varð spældur leysur, men hann sendi úr góðari støðu bóltin omanfyri málið, og tann triðja átti føroyski liðformaðurin Hallur Hansson, sum tøvdi eitt vet og royndi at spæla møguleikan uppaftur størri, tá ið hann í seinna hálvleiki var í góðari støðu.
Hvørki Danmark ella Føroyar vóru í bestu uppstilling. At tað næstu dagarnar bíða tveir dystir í Nations League hevði við sær, at Jóan Símun Edmundsson og Gilli Rólantsson ikki vórðu skiftir inn, fyrr enn tað restaði ein hálvur tími, og at Hallur Hansson fór av vøllinum, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
Føroyar spæla leygardagin á heimavølli ímóti Lettlandi í Nations League.
Danmark - Føroyar 4-0 (4-0)
Vinardystur
MCH Arena í Hening mikudagin 7. oktober 2020 kl. 18.00
1-0: Andreas Skov Olsen 23.
2-0: Christian Eriksen br 27.
3-0: Joakim Mæhle 32.
4-0: Andreas Cornelius 45.
Dómarabólkur úr Svøríki: Glenn Nyberg, Mahbod Beigi, Andreas Söderkvist og Michael Tykgaard (4. dómari)
Danmark: Kasper Schmeichel – Henrik Dalsgaard (Kristian Pedersen, 46.), Jannik Vestergaard, Mathias Zanka Jørgensen (Simon Kjær, 83.), Joakim Mæhle – Mathias Jensen, Christian Eriksen (Jonas Wind, 74.), Philip Billing (Andreas Christensen, 74.) – Andreas Skov Olsen, Andreas Cornelius (Pione Sisto, 46.), Martin Braithwaite
Gult kort: Kristian Pedersen
Venjari: Kasper Hjulmand
Føroyar: Teitur Gestsson - Jóannes Kalsø Danielsen (Gilli Rólantsson, 74.), Heini Vatnsdal (Odmar Færø, 62.), Sonni Ragnar Nattestad (Heðin Hansen, 75.), Viljormur Davidsen - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson, Hallur Hansson (Dan í Soylu, 84.), Jóannes Bjartalíð (Gunnar Vatnhamar, 62.) - Patrik Johannesen, Andreas Lava Olsen (Jóan Símun Edmundsson, 63.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Kristian Joensen, Tórður Thomsen, Rógvi Baldvinsson, Meinhard E. Olsen, Ári Mohr Jónsson
Gult kort: Sonni Ragnar Nattestad, Jóan Símun Edmundsson, Hallur Hansson
Venjari: Håkan Ericson
Hjálparvenjari: Eli Hentze