Tað fara vit aldrin at góðtaka

Eingin sleppur at taka inntøkur frá Tórshavnar Kommunu at lata øðrum kommunum at brúka, sigur borgarstjórin

Tórshavnar Kommuna fer aldrin at góðtaka, at onnur skulu fáa ein part av tí yvirskoti, sum er skapt í Havn.

 

Tað staðfestir Annika Olsen, borgarstjóri í Havn. Nú Tórshavnar er farið undir at viðgera fíggjarætlanina fyri næsta ár, reisti Annfinn Brekkstein eisini spurningin um eina kommunala útjavning.

 

Tað er eitt mál, sum javnan spøkir í almenna orðaskiftinum, og sum verður tikið upp við jøvnum millumbili. Men standa vit saman, styrkir tað okkum, sigur Annfinn Brekkstein.

 

Annika Olsen sigur, staðfestir, at tað fer aldrin koma upp á tal, tí hon ger greitt, at tað eru borgararnir í Tórshavnar Kommunu, sum skulu fáa ágóðan av teimum virðum, sum eru skapt í kommununi.

 

Hon fer eisini greitt, Tórshavnar Kommuna fer aldrin at ganga við til eina kommunala útjavningarskipan, tí tey virðini, sum fólkið og vinnan í Tórshavnar Kommunum, hava skapt, skulu koma fólkinum og vinnuni í Tórshavnar kommunu, til góðar – og ongum øðrum.

 

– Tað er skeivur fíggjarpolitikkur, at tað yvirskotið, ein kommuna hevur klárað at skapt, skal latast øðrum kommunum at brúka. Men borgarstjórin heldur, at eru tað øki í landinum, sum eru so illa fyri, at tey hava brúk fyri eini innspræning, má tað vera landið, sum skipar ein økismenningarpolitikki.

 

– Tað verður aldrin talan um at gera eina kommunala útjavningarskipan, leggur hon afturat.