Tá fýra ungir miðvingar sjólótust

Hin 14. november verður høvi at hoyra frágreiðingar um feigdardagin fyri 100 árum síðan, tá fýra ungir miðvingar sjólótust.

Týsdagin hin 14. november verður 100 ára minningarløta við minnisvarðan í Miðvági.

 

Tað var henda feigdardag í 1923, at fýra ungir miðvingar sjólótust, og nógvir vórðu bjargaðir í herviligari kavaódn.

 

Ein skrá er løgd er løgd fyri tiltakið, sum byrjar við minnisvarðan í Miðvági klokkan 18.30. Tá fer Marjun Kálvalíð at hava andakt, og kransur verður lagdur.

 

Minningarløta verður síðan í bygdaskúlanum í Miðvági klokkan 19.15, og her verða frágreiðingar um ringa útróðrardagin hin 14. november í 1923.

 

Á tiltakinum verður eisini sangur, og her fara Sámal Ravnsfjall, Systkini á Løgmansbø og Tórfríð Tavsen at framføra.

 

Eftir tónleikaframførsluna verður høvi at fáa ein drekkamunn, og her verður eisini ein framsýning at síggja.