KRONIKK
Í einum heimi við avmarkaðum tilfeingi og pengum, er neyðugt at raðfesta. Tí er tað, at læknin í dag kemur í ta tvístøðu at skula velja um ein eldri sjúk kvinna skal hava eina dýra skurðviðgerð ella um ein yngri kvinna við børnum skal hava hana - soleiðis er tað í Danmark. Best var um báðar kundu fáa somu viðgerð, men sum eg skilji á læknum so er einki at gera í dag. Tíðin er pragmatisk og utilitaristisk - nyttusjónarmiðini vinna á ábyrgd, morali og passa til allar spariknívar. Sum ein annar stovnur, ið ikki hevur so álvarsligar moralskar tvístøður hevur Sjónvarp Føroya eisini altíð valt at nýta høvuðspart av tilfeingi sínum (sjónvarpsgjald, lýsingar og landskassastuðul) uppá tíðindasendingina Dag og viku.
Sjónvarp Føroya er ein almenn føroysk »public service« støð - hin einasta. Sett á stovn í mai 1982. Um endamálið við støðini sigur lógin m.a. at:
»Sjónvarp Føroya hevur til endamáls at hava objektivan, sakligan og upplýsandi tíðindaflutning og sendingar annars, ið varðveita og fjálga um føroyska mentan, átrúna og siðalæru«.
SVF hevur altso til endamáls at røkja áhugamálini hjá øllum borgarunum í samfelagnum. Soleiðis skal sjónvarpið ikki bert leggja seg eftir, hvat fjøldin sigur seg vilja hava. SVF skal vera fjøltáttað, sakligt og óheft bæði innan upplýsing og innan undirhald.
Um ein spyr sjónvarpsfólk í Føroyum um hví tey ikki gera meiri tilfar til tey ungu, til eldri fólk og hví sjónvarpið ikki t.d. vitjar ein vanligan dagstovn, eitt ellisheim, eitt flakavirki, ein fólkaskúla, eina føðideild, eitt sjúkrarhús, eina samkomu ella okkurt vit øll kenna, ja so er standardsvarið altíð, at eingin peningur er tøkur. Eg veit væl, at hetta eisini kann vera rætt og at trupulleikin mangan er, at játtað verður ikki nóg mikið av peningi til Sjónvarp Føroya - at sjónvarpsgjald og lýsingar ikki loyva SVF stórt rásarúm í samfelagnum. Tí er tað, at vit í Føroyum (tíverri) eru noydd at velja - hvat skulu vit brúka peningin til? Skulu vit halda á at gera Dag og Viku eini tríggjar ferðir um vikuna? Tí gera vit tað, so fer nærum allur peningurin ið Sjónvarp Føroya hevur til at gera hesar sendingar. Tí er tað á henda hátt kanska ikki burturvið at spyrja, um sjónvarpstíðindi eru gott sjónvarp fyri okkum sum tjóð, fólk og fyri føroyska mentan?
Føroyskur tíðindaflutningur gongur
í ringrás
Í Føroyum fáa vit tey norðurlensku tíðindini frá Grannum Okkara (tvs. norðurlenskar sjónvarpsrásir geva okkum hetta tilfar ókeypis), og Sjónvarp Føroya tekur tíðindi uttan úr heimi frá BBC, CNN osfv. Eftir eru heimatíðindini, tey flestu føroyingar vilja hoyra, men hesi hava longu verið í Útvarpi Føroya dagin langan, so tað einasta, ið eftir er, eru myndirnar - og er hetta gott sjónvarp? Eg haldi mangan, at hetta er peningaspill, at stovnarnir ikki arbeiða saman, og at Dagur og Vika nærum skal eta alla játtanina hjá Sjónvarpinum.
Sjónvarpsframleiðarin
Mínar meiningar og skuldsetingar eru ikki bert sprotnar úr ongum. Fyri ikki so nógvum árum síðani var eg sum blaðstjóri á útisetablaðnum Oyggjaskegga í Keypmannahavn. Í eini langari samrøðu eg hevði úti á Danmarks Radio við Per Zachariassen, ið tá var sjónvarpsframleiðari, komu hesir tankar fram, ið eg havi loyvt mær at endurgeva úr Oyggjaskegga. Um Per kann sigast, at hann er útlærdur á Den Danske Filmskole, har hann var liðugur í 1994, við eina tvey ára langa útbúgving, ið kallast TV-Producer. Per arbeiddi fýra ár í Sjónvarpi Føroya. Síðani arbeiddi hann tvey ár á eini TV-2 regionalstøð í Danmark, áðrenn leiðin gekk inn á Filmskúlan. Per er tí kanska tann mest dugnaligi sjónvarpsframleiðarin Føroyar nakrantíð hava sæð. Eg nýtti høvið at spyrja Per um, hví vit í Føroyum t.d ikki hava gjørt fleiri mentanarsendingar og t.d. føroyskar ungdómssendingar?
Per: - »Har prioritera teir skeivt við at brúka allan peningin uppá Dag og viku. Útvarpið er ein góður miðil til tíðindi. Teir skuldu heldur lagt orkuna í at gjørt mentunarsendingar, barnasendingar, undirhald (_). Tað er eitt problem, at man ikki tekur undirhaldssendingar og ungdómssendingar seriøst í Føroyum, tað er ikki nóg fínt. Teir halda, at tíðindi er fínt, ikki minst er hetta gott fyri politikkararnar, tí teir kunna koma fram, teir finnast ikki at, at tað eru ov nógv tíðindi í Sjónvarp Føroya.«
Tað góða sjónvarpið
Eg spurdi eisini Per Zahariassen um, hvat hann helt vera gott sjónvarp?:
Per: -»Tað er tá ein hevur møguleikan at fordjúpa seg, at ein merkir, at nú hevur ein lært okkurt. At verðin gerst størri, at ein fær sløkt onkrar fordómar og lærir at síggja heimin frá fleiri síðum. Tað at koma í djúpdina, mær dámar ikki yvirfladiskt sjónvarp (_)Trupuleikin er, at fólk ikki vilja hyggja eftir sjónvarpi, sum gongur spakuliga og fer í djúpdina. Sjónvarp skal ikki bert vera undirhald, sjálvandi skal tað við, men sjónvarp skal vera alt møguligt. Eg haldi ikki, at tað skulu vera nøkur fá folk, ið avgera, hvat fólk skulu síggja.
Føroyingar eru so óneyðuga eymir um mentanina, teir eru eitt sindur ov álvarsamir. Man kann gott vera góður við mentanina, sjálvt um ein skemtast við mentanini. Men har er eisini ein generatiónsmunur, tey ungu skilja ironi, sjálvt um tað er í sjónvarpinum, meðan tey eldru eru meiri tung«.
Eg eri samdur við Per Zachariassen í, at t..d. sjónvarpstíðindi er um ikki vánaligt sjónvarp, so heldur ikki gott sjónvarp og at útvarp er ein góður miðil til tíðindi. Tað finnast undantøk til hesa mynd. Sjónvarpsrøðirnar um Janus Djurhuus og Hans Andreas Djurhuus, sendingarnar um Tuberklarnar í Føroyum, sendingin um AIDS-rakta føroyingin Jóannis (haldi eg, at hann at) og Pipar og Salt. Hetta er tó samanlagt alt ov lítið.
Sjónvarpstíðindi byggja á eina falska hugsjón um góðsku
Tað er nærum eingin, ið hugsar um, hví Dagur og Vika eru so umráðandi. At hoyra um heimin í dag (tað vil oftast siga í gjár) í ein hálvan tíma, har tað oftani eru eini 15-20 ymisk evni at taka støðu til, elvir til, at fólk halda, at tey hava fingið fatur á tí, ið hendir. Men henda hugsjón er skeiv - hetta er ein beinleiðis følsk tilvitan. Tú fært nógv meiri at vita um heimin við at hoyra útvarp og við at lesa bløð. Nærum tað einasta Dagur og Vika gevur okkum afturat er, at vit nú síggja Anfinn, Høgna og Helenu. Sjónvarpstíðindi eru yvirfladisk og tað er ikki rætt, at ein eftir einum hálvum tíma aftur hevur tamarhald á øllum heiminum. Tað er heldur eingin loyna, at mangan eru tað sjónvarpstíðindi, sum fordreya alt í hesum heiminum, gera alt alt ov einfalt, og øll hasi høvdini vit síggja, fáa eisini bert loyvi at tosa í 20 sekundir, so alt, ið sagt verður, endar við at vera stuttir høvuðssetningar - eingin tíð fyri at síggja heimin uppá fleiri mátar sum Per Zachariassen helt fyri um tað góða sjónvarpið.
Taka vit eitt veruligt dømi og t.d. samanbera, hvussu Føroyar mangan hava verið hagreiddar í donsku sjónvarpstíðindasendingini TV-Avisen, samanborið við, hvussu væl frágingin tíðindini og viðgerðin mangan er í donsku útvarpsstøðini Danmarks Radio Program 1 (P1). Í sjónvarpinum eru hægst avsettir 2-3 minuttir til Føroyar, meðan P1 sum høvuðsreglu ikki brúkar minni enn 10 minuttir til eitt evni og sjálvandi fara hesir nógv longri. Teir tosa kanska við tveir føroyskar politikarar og tveir serfrøðingar, meðan sjónvarpstíðindini fara eftir tí mest provokerandi persónunum í donskum politikki, t.d. Kirsten Jacobsen, ið altíð hevur okkurt ringt at siga um Føroyar.
Fjølmiðlar
og demokrati
-Hvar er kjakið og hava vit nakað kjak?
Venda vit aftur til Føroyar, er tað torført at skúgva til viks, at Dagur og Vika av og á hava havt tíðindafólk, ið hava torið at givið politikarunum og valdinum í landinum eitt sunt mótspæl -serligani í áttatiárunum og fyrst í nítiárunum. Síðani tjóðveldismenninir komu til valdið, hava teir á Degi og Viku beint út sagt ikki gjørt teirra skyldur og hava mangan ikki verið óheftir. Tað er ein sannroynd, at teir tosaðu um fullveldi sum um vit longu høvdu, ella vóru um at fáa tað, og einki alternativ fanst. At teir so seinni gjørdust óklárir við Høgna Hoydal, prógvar, at teir aftur eru á rættari leið, tað vil siga meiri óheftir.
Eg haldi ikki, at vit skulu niðurleggja Dag og Viku, men kanska skuldi Sjónvarpið gjørt tað sum eina roynd í eina tíð. Kanska politikararnir tá vildu verið skjótir við peningi. Teir hava, sum Per Zachriassen sigur, ein áhuga í at kunna fremja teirra mál og fáa teirra sjónarmið ígjøgnum. Eg haldi tó, at SVF átti at umhugsað, hvat tey vilja gjøllari. Nú vællærdur ungur stjóri við royndum uttan úr heimi endiliga er settur, er tíðin kanska búgvin.
Vit hava eina ikki serligani langa sjónvarpssøgu og onga traditión fyri at kjakast um føroyskar fjølmiðlar. Vit eru beint út sagt ikki von at kjakast í Føroyum um nakað. Tað eru oftast bert nakrir politikar, ið fáa løn fyri at kjakast í bløðunum, ið ein sær úttala seg um samfelagsviðurskifti - men mest fyri at reypa, skuldseta, illneitast, (lúgva) og at fremja eitt útlúgvað ideal um, at tað fremir trúvirði teirra, at vit síggja teirra skort (myndin er altíð við) í Sosialinum, Dimmalætting og Degi og Viku, har teir siga og skriva dagligani. Eg meini, at fjølmiðlarnir geva teimum nærum óendaligt pláss uttan at spyrja teir um tað eisini er eftirfarandi teir siga.
Einki demokrati uttan fjølmiðlar og eingir fjølmiðlar uttan demokrati, talu- og trúarfrælsi, men sum eg longu havi roynt at sagt, er tað helst ikki sjónvarpstíðindi í Degi og Viku í Føroyum sum halda okkara demokrati saman. Tíðindaflutningurin í Útvarpinum er minst líka góður, oftari betri og alt veruligt forkunnugt kjak innan mentan, politikk og samfelagsviðurskifti eru at lesa í Sosialinum og í Dimmalætting (okkurt villist inn í Fregnir av og á).
Samanumtikið eru sjónvarpstíðindi hvørki væl gjørt sjónvarp ella tíðindi. Somuleiðis eru sjónvarpstíðindini eingin trygd fyri føroysku kjakmentanina. Dagur og Vika umboðar hvørki allar Føroyar, gott sjónvarp, objektivitet, sakligheit ella upplýsandi tíðindaflutning.
Við at brúka nærum alla játtanina uppá Dag og Viku, fjálgar SVF ikki um føroyska mentan, átrúna ella siðalæru. Tað er gjørligt, at SVF hevur vant fólk við at síggja Dag og Viku, men ein almenn sjónvarpsrás skal ikki bert gera tað sum fjøldin sigur seg vilja hava.
Og nú, ja, nú bíða vit og vóna, at tað góða sjónvarpið kemur til Føroyar.