Tað leyp avgjørt einki av hjá oddaliðnum B36, sum í dag hevur havt vitjan av botnliðnum B71.
Úrslitið var 2-1 til B36, og tað fegnast tey í árstalsfelagnum ivaleyst meiri um, enn tey kanska nakrantíð fyrr í ár hava gjørt um nakran sigur.
At lættin er so stórur í B36 leguni kemst av, at sigurin á ongan hátt var sannførandi. Longu niðurflutta B71 hevði stóra æru av dystinum. Sandoyingar vóru á ongan hátt imponeraðir, og mesta partin av tíðini stóðu teir einki aftanfyri heimamenninar, sum á ongan hátt høvdu fingið rætta beinið út av songini.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki legði Tijani Mohammed B71 á odda, og sandoyingar megnaðu at halda tørn um leiðsluna, inntil tað restaðu sjey minuttir.
Hóast B36 royndi at taka seg saman, so gekk tað illa at spæla seg til málmøguleikar. Eftir hornasparksstøður bjargaðu sandoyingar tvær ferðir á strikuni, men B71 hevði eisini møguleikar at økja um leiðsluna, eitt nú tá ið Gudmund Nielsen var einsamallur ígjøgnum og lyfti bóltin upp um málverjan, men bólturin fór skeivu megin stólpan.
Sum so ofta fyrr í ár, so átti Lukasz Cieslewicz stóran lut í tepra 2-1 B36 sigrinum. Hann javnaði til 1-1 eftir innlegg úr vinstru frá Mahmud Suleiman og afturlegging frá Jákupi á Borg, og tað var eftir at Lukasz Cieslewicz var farin um koll í brotsteiginum, at dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið tveir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðini.
Tey vóru fleiri í B36 skýlinum, sum vendu sær burtur, tá ið Jákup á Borg gjørdi seg kláran at skjóta brotsspark, og fagnaðurin var øgiligur, tá ið Jákup hevði sent bóltin í málið!
2-1 til B36 sum framvegis er á FM kós, men tað stóð einki til, áðrenn stigini at enda komu til høldar!
B36-B71 2-1 (0-1)
0-1: Tijani Mohammed 20.
1-1: Lukasz Cieslewicz 82.
2-1: Jákup á Borg 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Kenneth Jacobsen (Ingi Højsted, 84.) Heini í Skorini (Rasmus Sørensen, 84.), Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras (Mahmud Suleiman, 61.), Súni Olsen Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
Gult kort: Høgni Eysturoy
B71: Símun Rógvi Hansen Allan Tungá (René Clementsen, 72.), Bojan Zivic, Andrezej Kazimierz Bednarz, Poul Kjartan Dam Tijani Mohammed, Mikkjal Hentze, Bakari Bojang, Bogi Hermansen (Marcus Klementsen, 89.), Høgni Midjord - Gudmund Nielsen (Thomas Hans Rubeksen, 76.)
Gult kort: Gudmund Nielsen, Mikkjal Hentze, Bojan Zivic
---
Liðugt
90+4
2-1
90+2 min.
2-1: Jákup á Borg br 92
So hevur tað eydnast B36 at skora. Málskjútti var Jákup á Borg, sum umsetti brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, tí hann metti, at Lukasz Cieslewicz varð óregluliga feldur.
Dómarin hevur lagt 4 minuttir aftrat!
90 min.
1-1
86 min.
1-1
B36 hevur framt tvær útskiftingar. Út eru farnir Kenneth Jacobsen og Heini í Skorini, og inn eru komnir Ingi Højsted og Rasmus Sørensen.
B36 roynir at leggja trýst á.
83 min.
1-1: Lukasz Cieslewicz 83.
So er javnt í Gundadali. Sjey minuttir undan leikloki hevur B36 javnað. Málskjútti var Lukasz Cieslewicz. Mahmud Suleiman vann bóltin í vinstru, sneiddi framvið einum mótstøðumanni, legði flatt innfyri til Jákup á Borg, sum legði út frá til Lukasz Cieslewicz, sum við fløtum skoti millum vinir og fíggindar setti bóltin í málið.
75 min.
0-1
Heimaliðið roynir at seta ferðina upp, men tað gongur striltið at seta B71 undir trýst. Sandoyingarnir hava rættuliga fingið um endan, og teir eru á ongan hátt niðurspældir.
René Clementsen er komin inn á høgra vongverja hjá B71 í staðin fyri Allan Tungá og Thomas Hans Rubeksen er komin inn í staðin fyri álopsspælaran Gudmund Nielsen.
65 min.
0-1
Gongdin er tann sama, og B71 er framvegis á odda! Tað er lív og kæti í stóra skýlinum, meðan tað í B36 skýlinum kennist meiri strongd og órógv!
60 min.
0-1
Tað er ikki frítt, at tey í B36 skýlinum býta negl, og ikki sørt av órógv kennist millum spælararnar á heimaliðnum í Gundadali.
Nú ein tími er farin, er støðan framvegis 1-0 til B71. Spælbýtið eftir steðgin hevur verið javnt. Tað vil siga, at B36 á ongan hátt hevur megnað at seta botnliðið undir trýst.
Gudmund Nielsen hjá B71 hevði tíðliga í 2. hálvleiki góðan møguleika. Meinhard Joensen í B36 málinum kom út ímóti einsamalla álopsspælaranum, sum lyfti bóltin upp um málverjan og við síðuna av málinum!
Løtu seinni var Heini í Skorini rættuliga leysur dygst undir B71 málinum, men bólturin fór við síðuna av málinum.
B36 hevur júst tikið liðformannin, Klæmint Matras, út av miðvøllinum. Inn í hansara stað er komin álopsspælarin Mahmud Suleiman.
Hálvleikur
45 min.
0-1
Nú 1. hálvleikur er liðugur í Gundadali, har toppliðið B36 hevur vitjan av botnliðnum B71, er støðan framvegis 1-0 til B71!
Lítla løtu eftir, at B71 var komið á odda, høvdu sandoyingar risa møguleika at økja um leiðsluna, men teir spiltu kontramøguleikan burtur.
Hjá B36 hevur lítið meistarasnitt verið yvir spælinum, men heimaliðið hevur verið vandamikið eftir hornasparksstøður. Sandoyingar hava bjargað á strikuni, eftir at Heini í Skorini og Atli Danielsen hava roynt seg við høvdinum, og eftir skotroynd hjá Klæminti Matras streyk bólturin dygst framvið stólpanum.
Hálvleikur og sensatiónin lúrir framvegis í Gundadali!
--
25 min.
0-1: Tijani Mohammed 20
Sandoyingar hava lagt bragdliga fyri í Gundadali, har teir vitja oddaliðið B36. Nú 1. hálvleikur er gott og væl hálvrunnin, er B71 á odda 1-0. Málskjútti var Tijani Mohammed, sum var púra leysur mitt fyri, tá ið hann stýrdi bóltin í málið eftir innlegg úr vinstru frá Høgna Mdjord.
B36 hevur ongan málmøguleika havt, og B71 hevði stóran møguleika at skora, áðrenn teir løgdu seg á odda. Gudmund Nielsen, sum er einsamallur í fremstu røð, var púra leysur, men Meinhard Joensen bjargaði.
B36-B71 kl. 15.00
Dómari: Ransin N. Djurhuus
B36: Meinhard Joensen Høgni Eysturoy, Jonas Flindt Rasmussen, Atli Danielsen, Kenneth Jacobsen Heini í Skorini, Róaldur Jacobsen, Klæmint Matras, Súni Olsen Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz
B71: Símun Rógvi Hansen Allan Tungá, Bojan Zivic, Andrezej Kazimierz Bednarz, Poul Kjartan Dam Tijani Mohammed, Mikkjal Hentze, Bakari Bojang, Bogi Hermansen, Høgni Midjord - Gudmund Nielsen