Tað gekk akkurát hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens í seinna dystinum móti Vendsyssel FF, har taparin skal spæla beinleiðis niðurflytingardystir, og vinnarin hevur bjargað sær sessin í bestu donsku fótbóltsdeildini, superliguni.
Dysturin endaði við javnleiki 1-1, og tað var nóg mikið hjá Halli Hansson og liðfeløgunum í AC Horsens. AC Horsens vann fyrra dystin 1-0 í Hjørring, og eru teir í AC Horsens sostatt samlaðir vinnarar í uppgerðini.
Michael Lumb legði AC Horsens á odda 1-0 tá 35 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá sjey minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Søren Henriksen fyri Vendsyssel, og tá tevjaðu teir í Vendsyssel blóð, men tíbetur reið heimaliðið stormin av, og AC Horsens hava bjargað sessinum í superliguni.
Klokkan 15 spæla Viljormur Davidsen og teir í Vejle á heimavølli ein líknandi lagnudyst, har Hobro kemur á vitjan. Vejle er á odda 1-0 frá tí fyrra dystinum.