Tað eydnaðist ikki føroyska landsliðnum at vinna stig í síðsta HM undankappingardystinum á hesum sinni.
Í Budapest endaði tað við 1-0 heimasigri. Einsamalla málið skoraði heimaliðið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir.
-Eg harmist vegna spælararnar, tí teir vístu framúr avrik, sum væl kundi borið stig við sær, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Stórar partar av tíðini var føroyska liðið ikki undir tí trýstinum, sum tað onkuntíð plagar at vera undir, tá ið talan er um lið, sum eru styrkismett væl hægri enn Føroyar.
Føroyska liðið var skipað við fimm í verjuni, fýra á miðvøllinum og Jóan Símuni Edmundsson einsamøllum í fremstu røð.
Í fyrra hálvleiki spældi Ungarn seg ikki til fleiri upplagdar málmøguleikar. Í løtum í seinna hálvleiki var trýstið stórt í føroyska brotsteiginum, men tað var bara heilt sjáldan, at talan var um upplagdar málmøguleikar, og Gunnar Nielsen var tryggur millum stólparnar.
Teir tríggir í miðverjuni Rógvi Baldvinsson, Atli Gregersen og við Odmar Færø á odda vóru brandar, Jónas Tór Næs og Ári Mohr Jónsson í borðunum og ikki minst Fróði Benjaminsen og René S. Joensen á verjukendu miðvallarplássunum vóru sera raskir og arbeiðssamir.
Í framrættaða partinum eydnaðist tað í løtum at vísa hugflogsríkt samanspæl, og fleiri ferð var talan um nær við og næstan støður í og kring brotsteigin hjá heimaliðnum.
Jóan Símun Edmundsson vísti enn einaferð, at hann eftir føroyskum umstøðum hevur serligt hegni og skjótleika. Sølvi Vatnhamar í høgru og Gilli Rólantsson Sørensen í vinstru arbeiddu nógv í borðunum, har setningurin eisini var at vera nógv í verjustøðu.
Føroyar enda á fjórða plássi í hesi HM undankappingini. At vinna níggju stig er føroyskt met, og í sær sjálvum er tað væl betri, enn tað nakrantíð hevur verið, at føroyingar eru vónbrotnir eftir 1-0 tap í Budapest og við vónbroti yvir, at tað ikki eydnaðist at vinna bronsuplássið í bólkinum.
Ungarn-Føroyar 1-0 (0-0)
1-0: Dániel Böde 81.
HM undankappingardystur á Groupama Aréna í Budapest
Týsdagin 10. oktober 2017 klokkan 19.45
Dómarabólkur úr Ísrael: Roi Reinshreiber, Amihay Yehoshua Mozes, Dvir Shimon og Liran Liany.
Ungarn: Peter Gulasci - Attila Fiola, Richárd Guzmics, Tamás Kádár, János Scabó - Zoltán Stieber (Dániel Nagy, 66.), Máté Pátkai, Ádám Nagy, Bálász Dzsudzsák - Roland Ugrai (Roland Sallai, 89.), Márton Eppel (Dániel Böde, 46.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ádám Kovácsik, Balázs Megyeri, Ádám Lang, Mihály Korhut, Endre Botka, Gergo Lovrencsics, Dávic Márkvárt
Gult kort: Ádám Nagy
Venjari: Bernd Storck
Føroyar: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Odmar Færø (Klæmint A. Olsen, 88.), Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson, Ári Mohr Jónsson – Sølvi Vatnhamar, René S. Joensen, Fróði Benjaminsen (Hallur Hansson, 66.), Gilli Rólantsson Sørensen (Kaj Leo í Bartalsstovu, 73.) – Jóan Símun Edmundsson
Gult kort: Gilli Rólantsson Sørensen, Rógvi Baldvinsson, Fróði Benjaminsen, René Shaki Joensen
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Teitur Matras Gestsson, Viljormur Davidsen, Sonni Ragnar Nattestad, Róaldur Jakobsen, Pól Jóhannus Justinussen, Jóhan Troest Davidsen, Karl Løkin, Patrik Johannesen, Trygvi Askham
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen