Tað gekk sum KÍ-formaðurin ynskti sær

(Ljóðsamrøða) Hugfarsligt er at endurhoyra tað KÍ-formaðurin segði undan steypafinalunum, og ásanna, at gingist hevur honum eftir vild

Tað, sum formaðurin í KÍ, Tummas Lervig ynskti sær undan steypafinalunum er alt gingið út.

 

Í samrøðu við Rás2/in.fo segði Tummas Lervig, at hann ynskti sær eitt steypahattrick, har effoliðið, besta kvinnuliðið og U17 kvinnurnar øll vunnu sínar steypafinalur, og tað er hent hetta og undanfarna vikuskiftið.

 

Dreymurin hjá Tummasi Lervig var eisini at fara eina minniliga ferð við báti til stórdyst hjá KÍ, og koma heimaftur við steypinum, og tað gekk væl og virðiliga út. Tummas Lervig hevði lagt sær eina uttanlandsferð áðrenn steypafinalurnar hjá kvinnuliðunum vóru fluttar, men venjarar og spælarar fingu sjálvandi eina heilsu frá formanninum, tá tær høvdu vunnið síni steyp. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og endurhoyr tað, sum Tummas Lervig segði fáar dagar undan finaluni um løgmanssteypið, og hoyr, at alt tað hann ynskti sær, og ynskti fyri KÍ gekk í uppfyllilsi.