Tað gongur strúkandi hjá Tottenham, sum seytjan tær seinastu ferðirnar er farið av vøllinum uttan at tapa. Í dag hevði Spurs á Wimbley vitjan av Huddersfield, sum tvær tær seinastu ferðirnar hevur vunnið úrtøku. Í dag gekk tað ikki hjá Huddersfield, sum er trý stig omanfyri strikuna.
Tottenham vann 2-0. Í báðum førum var tað suðurkoreanski Son Heung-min, sum skoraði – miðskeiðis í fyrra hálvleiki og tíggju minuttir eftir steðgin.
Tottenham er nú á triðja plássi, men Liverpoll hevur møguleika longu í kvøld aftur at taka bronsuplássið.
Hjá Swansea hevur tað gingið væl, síðani portugisiski Carvajal tók ábyrgdina á seg. Tá var liðið aftast og harvið í stórum vanda fyri at flyta niður. Í dag vann Swansea sannførandi 4-1 heimasigur ímóti West Ham. Úrslitið ber við sær, at bæði liðini hava 30 stig og eru trý stig frá niðurflytingarstrikuni.
Bournemouth var leingi á odda í Leicester, men tað eydnaðist heimaliðnum í evstu løtu at javna til 1-1. Úrslitið ber við sær, at fyrrverandi meistaraliðið Leicester er á áttanda plássi. Vónbrotið kendist vera stórt millum gestirnar, sum eru á ellivta plássi og seks stig frá niðurflyting, nú tað resta níggju umfør.
Hjá Wet Bromwich Albion stendur illa til. Liðið er aftast, og í dag endaði tað við 1-0 tapi á útivølli ímóti Watford. Sigursmálið varð skorað trettan minuttir undan leikloki. Síðst í januar varð Javi Gracia settur í venjarasessin hjá Watford. Síðani hevur liðið spælt seks ferður, og úrtøkan hevur verið meiri enn brúkilig – ein javnleikur og sigurin í dag var tann triði.
Watford er nú á níggjunda plássi. Sigurin bar við sær, at liðið lyfti seg framum Everton, sum var á odda á útivølli ímóti Burnley. Heimaliðið svaraði aftur og vann 2-1. Burnley er á sjeynda plássi – fimm stig aftanfyri Arsenal, sum í morgin skal royna seg í Brighton.
Klokkan 17.30 var fyrsta bríksl á Anfield, har Liverpool hevur vitjan av Newcastle.
Stórdysturin í 29. umfari verður í morgin, tá ið toppliðið Manchester City fær vitjan av Chelsea, sum er í aldudali.
Manchester United fær mánakvøldið møguleika á útivølli møguleika at verja næstfremsta plássið á útivølli ímóti Crystal Palace.
Watford – West Bromwich Albion 1-0
Tottenham – Huddersfield 2-0
Swansea – West Ham 4-1
Southampton – Stoke 0-0
Leicester – Bournemouth 1-1
Burnley – Everton 2-1
Klokkan 17.30
Liverpool – Newcastle
Í morgin
Brighton – Arsenal kl. 13.30
Manchester City – Chelsea kl. 16.00
Mánadagin
Crystal Palace – Manchester United kl. 20.00
1 | Man. City | 28 | 24 | 3 | 1 | 82:20 | 75 |
2 | Man. Utd | 28 | 18 | 5 | 5 | 53:20 | 59 |
3 | Tottenham | 29 | 17 | 7 | 5 | 55:24 | 58 |
4 | Liverpool | 28 | 16 | 9 | 3 | 65:32 | 57 |
5 | Chelsea | 28 | 16 | 5 | 7 | 50:25 | 53 |
6 | Arsenal | 28 | 13 | 6 | 9 | 51:39 | 45 |
7 | Burnley | 29 | 10 | 10 | 9 | 24:26 | 40 |
8 | Leicester | 29 | 9 | 10 | 10 | 41:42 | 37 |
9 | Watford | 29 | 10 | 6 | 13 | 39:47 | 36 |
10 | Everton | 29 | 9 | 7 | 13 | 33:49 | 34 |
11 | Bournemouth | 29 | 8 | 9 | 12 | 34:44 | 33 |
12 | Brighton | 28 | 7 | 10 | 11 | 26:37 | 31 |
13 | Swansea | 29 | 8 | 6 | 15 | 25:42 | 30 |
14 | West Ham | 29 | 7 | 9 | 13 | 36:54 | 30 |
15 | Huddersfield | 29 | 8 | 6 | 15 | 25:50 | 30 |
16 | Newcastle | 28 | 7 | 8 | 13 | 27:38 | 29 |
17 | Southampton | 29 | 5 | 13 | 11 | 29:41 | 28 |
18 | Crystal Palace | 28 | 6 | 9 | 13 | 25:43 | 27 |
19 | Stoke | 29 | 6 | 9 | 14 | 28:54 | 27 |
20 | WBA | 29 | 3 | 11 | 15 | 22:43 | 20 |