Tað gongur sum væntað

Fótbóltur: Tey trý stóru feløgini leggja sjógv ímillum seg og hini liðini, meðan tey trý eysturoyarliðini GÍ, B68 og NSÍ liggja í miðjuni. Botnurin verður í løtuni mannaður av B71, VB, ÍF og Sumba. Av øllum hesum er tað bert óvæntað, at VB liggur so niðarlaga

Ringasti landsliðsrúsurin hevur lagt seg ? fyri fyrst ? og landskappingin gongur nú sína gongd fram til summarsteðgin, sum verður um tvær vikur.

Av tí, at landsliðið fekk so góð úrslit hesaferð, var tað væntandi, at hetta 7. umfarið í 1. deild fór at gerast eitt slag av einum »antiklimaksi«. Tey trý oddaliðini vunnu øll, men sigrarnir hjá KÍ og HB móti botnliðum vóru teprir, og hóast B36 vann 4-0 á GÍ, var spælið ikki nakað at reypa av.


Toppurin

Tey trý liðini, sum nú liggja ovast við 16 stigum í part, hava øll víst veikleikar, og øll hava tey tapt fyrr í ár.

Føroyameistararnir úr HB mugu metast sum favorittar til at fara í summarfrí á fremsta plássinum, tí teir hava teir »lættastu« dystirnar eftir. Komandi sunnudag fáa teir vitjan av B68, og so enda teir fyrru helvt á Sandi móti B71.

Ein tann størsti veikleikin hjá HB má vera, at 1. deildarhópurin ikki er serliga breiður. Og hann er minkaður enn meira, eftir at Allan Mørkøre fór til Íslands, og harafturat verður Hans Fróði Hansen leikbannaður móti B68 eftir reyða kortið í Fuglafirði.

Men HB eigur at vera ov sterkt fyri B68, sum kortini hevur fingið gongd á við trimum sigrum upp í slag.

B36 hevur torførastu skránna, tað sum eftir er av fyrru hálvu. Árstalsfelagið hevur ikki tapt landskappingardyst í Klaksvík síðani í 1991, tá teir so at siga mistu FM-heitið til KÍ, men hagtølini kunnu ikki vinna nøkrum liði nakað. B36 endar fyrru helvt við heimadysti móti NSÍ, sum teir hava vunnið tvær ferðir í Gundadali í steypakappingini. Men NSÍ vann á HB í Gundadali, so har kann alt henda.

Triðja oddaliðið KÍ fær vitjan av B36, áðrenn leiðin gongur til Fuglafirðar, har klaksvíkingar seinastu árini ikki hava trivist væl.

KÍ hevur á heimavølli bert sett stig til móti HB, meðan teir á útivølli hava tapt í Gøtu, men vunnið á Sandi og í Sumba.

Tað er mest sannlíkt, at HB fer í summarfrí sum oddalið, og hvør verður nummar tvey, verður nógv lættari at siga eftir dystin í Klaksvík sunnudagin.


Miðjan

Eysturoyggin eigur í løtuni miðjuna av landskappingini. GÍ og B68 hava 13 stig, meðan NSÍ hevur 12. Runavíkingar hava tó bert tapt einaferð (í Klaksvík), meðan gøtu- og toftamenn tvær ferðir eru farnir av vøllinum við ongum.

Tað hevur havt stóran týdning fyri B68, at brasilsku menninir eru komnir fyri seg, og hóast Marcelo ikki var millum málskjúttarnar hesaferð, fær hann størri og størri týdning í álopinum hjá B68, sum hevur vunnið tríggjar ferðir á rað. Teir skulu í Gundadal at spæla móti HB, og so kemur GÍ á Svangaskarð. Tveir truplir dystir, men ikki tvær ómøguligar uppgávur. Tað er skjótt langt síðani, at B68 hevur verið millum oddaliðini, men við eitt sindur av hepni kunnu teir fara í summarfrí við góðari samvitsku.

Tað kann NSÍ fyri sovítt eisini, um teir vinna á Sumba næsta sunnudag. Og tað eru ikki nógv, ið rokna við øðrum enn, at NSÍ hevur 15 stig við sær í Gundadal móti B36. Har hava teir tapt 1-2 tvær ferðir higartil í ár, men báðu ferðirnar hevur leikað javnt á.

GÍ fekk ein undir vangan í Gundadali sunnudagin, men munurin á vøllinum var ikki heilt so stórur, sum úrslitið 4-0 sigur. Gøtumenn hava tapt tvær ferðir í ár, báðu ferðirnar í Havn, men so eru teir dystirnir í øllum førum farnir aftur um bak, og nú ræður um at hyggja frameftir hjá GÍ. Dystin móti ÍF í annaðkvøld eiga teir at vinna, og um teir so eisini fáa øll stigini á Svangaskarði í 9. umfarinum, hava teir 19 stig, tá lagt verður til brots aftur eftir ólavsøku.


Botnurin

Lagið er einki serligt í Vági, har vónirnar um heiðursmerki so gott sum eru farnar. Fýra stig eftir sjey teir fyrstu dystirnar er ov lítið hjá VB, men teir hava teir »lættastu« dystirnar eftir ? heima móti B71 og úti móti Sumba. Hesi bæði liðini liggja niðanfyri vágbingar, men tað merkir ikki, at seks stig koma av sær sjálvum. B71 hevur staðið seg betur, enn tey flestu høvdu roknað við, og dystirnir millum VB og Sumba eru kendir fyri at kunna fara báðar vegir.

B71 hevur tapt tepurt móti bæði GÍ og KÍ, og teir eiga størsta sigurin higartil í 1. deild ? 6-0 móti ÍF. Sandoyingar skulu nú til Vágs, áðrenn leiðin gongur til Havnar at spæla móti HB.

ÍF hevur verið rættiliga upp og niður í spælinum, men mest niður. Ósigurin móti HB var tann fimti á rað, og góða byrjanin við javnleiki í Runavík og sigri móti Sumba er mestsum gloymd nú. Hyggja vit eftir mótstøðuliðunum hjá ÍF restina av fyrru helvt, sær tað heldur einki serligt út. Fuglfirðingar fáa sjáldan nakað serligt burtur úr í Gøtu, hagar teir skulu í annaðkvøld, og teirra seinasti dystur hesumegin summarsteðgin er á heimavølli móti KÍ.

Og so er tað Sumba, sum enn ikki er komið av nullinum. Marginalarnir hava ikki altíð verið við sumbingum, og serliga í Fuglafirði var tað svørt óeydna, sum gjørdi, at teir einki fingu við sær suður aftur. Sumba fær neyvan nakað við sær úr Runavík heldur, men í síðsta dystinum á Krossinum móti VB kann alt henda.


Stórur spenningur

Trý lið eru í toppinum, men tað er ikki so langt niður til trý tey næstu, so í staðin fyri at tosa um tríggjar partar av kappingini, er tað kanska rættari at tosa um tveir. Í øllum førum sær tað framvegis út til at gerast nógv meira spennandi í ár, enn tað hevur verið seinastu árini, tá føroyameistaraheitið er avgjørt áðrenn seinasta umfar av kappingini.

Í niðara enda sær tað eisini spennandi út, tí eingin ivi er um, at sumbingar fyrr ella seinni fara at fáa stig. VB skuldi eisini komið longri upp, sum tíðin líður, og so er spurningurin, hvat B71 og ÍF fáa burturúr.