Tað hava aldrin verið so fáir føroyingar arbeiðsleysir sum nú

Í januar í ár vóru tað bara 323 føroyingar, sum vóru arbeiðsleysir

Arbeiðsloysið í Føroyum hevur ongantíð verið so lítið, sum tað er nú. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í januar í ár var arbeiðsloysið 1,1 prosent, og tað er eisini 1,1 prosent minni enn tað var fyri einum ári síðani, tí í januar í fjør var arbeiðsloysið 2,2 prosent.

 

Hjá mannfólki er arbeiðsloysið 0,9 prosent og hjá konufólki er tað eitt sindur hægri, ella 1,3 prosent. Í tali var arbeiðsloysið 323 persónar í januar í ár, tað eru 302 færri enn sama mánað í fjør.

 

Hagstovan sigur, at hetta er tað minsta arbeiðsloysið, sum nakrantíð er skrásett.  Frammanundan var arbeiðsloysið minst í juni 2008, tá ið 333 føroyingar vóru arbeiðsleysir, ella svarandi til 1,2 prosent.

Hagstovan sigur, at tá ið arbeiðsloysið av álvara fór at minka eftir fíggjarkreppuna, minkaði tað nógv skjótari hjá monnum enn hjá kvinnum. Men hesi síðstu tvey - trý árini, hevur munurin verið so at siga óbroyttur. Síðani januar 2018 er arbeiðsloysið hjá kvinnum minkað úr 2,7 prosentum niður í 1,3 prosent, og tað hjá monnum er minkað úr 1,8 prosentum niður í 0,9 prosent.

 

Í uppgerðini hjá Hagstovuni eru bæði tey, sum eru skrásett hjá ALS at verða arbeiðsleys, og tey, sum eru skrásett hjá Almannaverkinum, og sum fáa arbeiðsloysisveiting haðani.