Lúsakríggj
31. januar er ásettur at vera almennur lúsadagur - bæði í Føroyum og øðrum Norðanlondum. Lýs er ein stórur trupulleiki fyri smábørn og skúlabørn, og hetta afturvendandi tiltakið nevnist Lúsakríggj. Fyri at basa lýsnum er neyðugt, at øll børn verða kannað sama dag. Í tí sambandi heita Gigni og Apotekið um at kemba øllum børnum 31. januar 2011, soleiðis, at lúsakríggið kann vinnast.
Kunning um lús, smittu, viðgerð og kembing liggur á www.gigni.fo og www.apotek.fo
Lúsadagur 31. januar í øllum norðurlondum
-----------------------
Jógvan í íslendska Grand Prixnum
Leygarkvøldið 29. januar fer Jógvan Hansen enn einaferð at royna seg í íslendska Grand Prixnum. Í fjør gjørdist hann nummar tvey, men í ár ætlar hann sær at vinna. Jógvan Hansen hevur sjálvur verið við til at skriva sangin, hann skal luttaka við, og hann er bæði meiri lívligur og verri at syngja, enn sangurin í fjør var.
Tveir sangir frá hvørjum innleiðandi umfari koma víðari til finaluna, og umfarið 29. januar er tað seinasta innleiðandi umfarið. Finalan verður 12. februar
føroysk luttøka í íslendska grand prixnum 29. januar
----------
Nýggja Afrika - innsavning 2011
Svf samsendir við DR, tá stóra innsavningin "Nýggja Afrika" verður leygarkvøldið. Í ár er ætlanin at peningurin skal fara til tey ungu í Afrika, so tey fáa eina útbúgving, sum gevur teimum møguleika og áræði at skapa tað nýggja Afrika. Felix Schmidt og Puk Elgaard skipa fyri sjónvarpshowinum, sum verður sent beinleiðis úr Carlsbergbýnum. Nógv undirhald verður at síggja, sum kann eggja hyggjarunum til at lata pening til innsavningina.
Svf leygarkvøldið 29.01 kl 18. 05
-------------------
Jóna Rasmussen á Galerie Focus
28.jan hevur Jóna Rasmussen fernisering á Galarie Focus. Ferniseringin er fríggjadagin 28. januar frá 16.00 - 18.00, men til ber at vitja sýningina heilt fram til 10. februar.
Framsýning við Jónu Rasmussen í Galerie Focus frá 28. januar til 10. februar.
---------------------
Vetrarjazzur leygardagin
Leygardagin 29. januar er seinasti dagurin av tiltakinum "Vetrarjazzur", og nógv forvitnisligt er á skránni.
kl 11.30 eru tað Gudmund Mortensen, Herluf Lützen og Agnar Lamhauge í Havnar Kirkju. kl 16.00 hevur Jensina Olsen barnajazz í Norðurlandahúsinum.
kl 19.30 verður Vocal Jazz í Norðurlandahúsinum og tey, sum luttaka eru: Jensia Højgaard Dam, James Olsen, Rókur Jákupsson Jacobsen, Unn Paturson, Anna Marie Olsen, Lena Andersen og Rógvi á Rógvu Band, A blue Journey
kl 21 verður Froðbiar Sóknar Blues Orkestur á Hvonn
og tiltakið endar við framførslu av Bendar Spónir, Jarnbrot og Svangir Seyðira Marco Polo kl 22.30
----------------------
Finalan í HM hondbólti
Sunnudagin 30. januar endar Heimsmeistarakappingin í hondbólti, sum seinastu vikurnar hevur verið hildin í Malmø í Svøríki.
Fríggjakvøldið 28. januar verður avgjørt hvørji lið skulu hittast í finaluni. Hálvfinalurnar eru ímillum Svøríki og Frakland øðrumegin og Danmark og Spania hinumegin. Tað er sostatt møguligt, um enn kanska ikki so trúligt, at finalan verður skandinavisk, og at grannalondini Danmark og Svøríki skulu spæla um heimsmeistaraheiðurin.
Londini, ið ikki koma í finaluna, spæla um bronsuna seinnapartin sunnudagin, beint áðrenn finaluna.
HM-finalan í hondbólti sunnukvøldið 30. januar kl 15.45
---------------------------------------
Ævintýrið um Rapunzel í Havnar Bio
Filmurin, við danska heitinum "to på flugt", lovar spenning og fulla ferð frá byrjan til enda. Filmurin, sum er ein animeraður musical-skemtifilmur í 3D, snýr seg um Rapunzel við tí síða, gula hárinum, sum verður læst inni í einum slotti. Men tá hon gerst tannáringur leingist henni út úr torninum, og hon roynir tí at flýggja saman við vini sínum.
To på flugt - Frumsýning 3. februar í Havnar Bio