Hvør bygd hevur sína mentan, sum er verd at varðvetia.
Men tey serligu eyðkennini, hvør bygdin hevur, eru við at kámast út. Eisini dialektirnar eru við at hvørva, og tað er spell.
Táið Niels Nattestad, vanliga nevndir Natte, setti bygdarsetevnuna í Hvalba um vikuskiftið, tosaði hann nógv um samanrenningina ímillum tað gamla og tað nýggja, og hann vísti á týdningin av at varðveita tað gamla.
Ikki minst helt hann, at tað hvíldi ein stór ábyrgd á teimum ungu at bera so í bandi, at tey gomlu sereyðkennini, hvør bygdin hevði, ikki hvurvu.
Tað er gamalt at skipa fyri tiltøkum í Føroyum, sum fekk fólk at savnast. Fyri góðum 100 árum síðani fóru føroyingar at skipa fyri fólkafundum kring landið.
Men tá var ongin ítróttur á skránni. Ei heldur tombola ella 21-spæl.
Tá hittust føroyingar at syngja nýyrktar, føroyskar sangir og at lýða á talur. Og teir hittust at dansa føroyskan dans og onkuntíð var eisini gudstænasta á skránni.
Íblásturin var tjóðskaparrørslan, sum hevði tikið seg upp nøkur ár frammanundan
Natte segði, at fólk hava sjálvandi glett seg til slík tiltøk, tí tað hendi ikki so avbera nógv av slíkum í føroyska samfelagnum tá.
Tey hava glett seg til at hitta vinir og kenningar aðrastaðni úr landinum, sum tey ikki høvdu sæð í mánaðir, kanska ár.
Ein góðan dag á sumri hevur tí verið spennandi at fara frá húsum til fólkafundar, til gongu upp um fjøll, ella tey hava sett seg til árarnar.
?Firðir og fjøll ei ferðini forða³, sum IPG tekur til í einum einum av sínum vælyrktu fólkafundarsangum.
Enn er tað stuttligt
Natte segði, at hóast samferðslan onkustaðni ikki er heilt fullfíggjað enn, er hon nógv batnað seinastu árini.
Men framvegis er tað stuttligt hjá fólki at hittast á stevnum.
Fólk koma úr øðrum bygdum, og hvalbingar, sum av ymsum orsøkum eru fluttir aðrastaðni at búgva, koma heim at vitja slíkan dag - ikki til gongu ella við árabáti, men við stórum ferðamannaskipi og ígjøgnum berghol.
Tað er ikki langt síðani, tit sóust, kanska ikki longri síðani enn seinasta vikuskiftið.
Men nú er tað kortini øðrvísi. Alt er fyrireikað og lagt til rættis og tú skalt bara njóta tað. Saman við vinum og kenningum kanst tú blaka gerandisokið av tær og hava tað stuttligt og hugnaligt á sama hátt sum á fólkafundunum síðst í hinari øldini og fyrst í hesari.
Natte helt tí at vit enn kunnu fáa væl burturúr nøkrum av ørindunum úr meistarligu yrkingini hjá Chr. Matras um fólkafund á Gøtueiði fyri góðum 80 árum síðani.
Hann yrkti m. a.:
Ymiskur er tann húsroykur,
ið hongur uppi við fólk
-ymiskt er gongd og húgvuburður,
har tey tyrpast í bólk
Og lyndið er dæmt av himalívi
slíkan dag um nú
-og innan kot og knappatroyggju
býr ymisk trá og trú
Og longur niðri í yrkingini sigur hann:
Men summi hvørva í ungari ást
burtur í grøna lág
-og summir vekja ella drepa dreym
við at smakka sær á
Alt hetta er eisini slíkt, vit uppliva á stevnum nú á døgum. Hetta er framvegis ein partur av okkara mentan.
Sást á húgvubrðinum
Natte vísti á, at hvør bygd hevur sína serligu mentan, sum er verd at varðveita.
Tú hoyrir framvegis á fólki, hvaðani tey eru. Viðhvørt sært tú tað eisini á teimum.
Natte mintist eina hending einaferð hann, blað- ungur, arbeiddi á Bacalao í Havn.
Har var nógv arbeiði, so har var eisini nógv fólk ymsastaðni úr Føroyum, eisini úr Hvalba
Ein morgun var aftur ein nýggjur maður.
Tá letur í eini eldru konu, eg pakkaði saltfisk við:
?Har er ein nýggjur maður, mann ikki hasin er úr Hvalba³?
Eg kendi mannin, sum var úr Hvalba og spurdi tí konuna, hvussu hon kundi síggja tað.
Jú, ?hann setir húgvuna uppá snurr³, svaraði hon.
Summi søgdu, at gongulagið eisini kundi siga, hvørjari bygd ein var úr.
Natte visti ikki, hvussu nógv slík, serlig eyðkenni eru eftir.
Bilurin hevur m.a. havt tað við sær, at húgvan er ikki so vanlig longur og at tað heldur ikki verður gingið so nógv.
Húsroykurin er eisini kámaður. Nú eru tað heldur ymisk sløg av deodoranti, sum gera um seg á slíkari stevnu.
Soleiðis broyta eyðkennini nátúrliga við tíðini.
Halda at tað er smart at tosa sum tey í Havn
Natte vísti eisini á, at somuleiðis tykjast dialektirnar at vikna.
Og tað er spell.
Útvarp og sjónvarp standa frá allan dagin. Og er tað ikki danskt, ella amerikanskt, so er tað í øllum førum ikki hvalbiarmál, vit hoyra.
Tað er ikki so nógv at gera við tað. Vandi er í hvørjari vælferð og framburðinum kunnu vit ikki steðga.
Men so mikil størri ábyrgd liggur serliga á teimum ungu. Hugsið um tað, tá ið tit fara av bygdini at arbeiða, ella at lesa.
Viðhvørt hevur tú varhugan av, at unga fólkið heldur tað vera smart at tosa sum tey í Havn, ella á øðrum, stórum plássum.
Men gloymið ikki, at heiman ífrá hava tit nakað við tykkum, sum eingin annar eigur, uttan tit í Hvalba.
Og júst tað hevur so ómetaligt virði. Báði fyri tykkum, fyri bygdina um heild, ja fyri allar Føroyar.
Natte helt, at tað er stuttligt at hoyra eldri hvalbing taka ramliga til. Teir vóru nevniliga uppvaksnir í eini tíð, tá ið teir ótarnaðir sluppu at varðveita síni sereyðkenni.
Har ert tú rótfestur
Natte segði at har tú er uppvaksin, har ert tú rótfestur og hagar vitjar tú ofta aftur í huganum, líka mikið, hvar í landinum, ella hvar í heiminum, tú festur búgv.
Eg havi verið báði í París, í London og øðrum stórum býum við og har hevur verið nógv vakurt og stórbært at síggja.
Men ein fagran summardag úti í náttúruni við víðum útsýni, er tað altíð ein ávísur dagur, sum kemur í hugan og stendur so týðiligur fyri mær.
Tað var ein dagin fyrst í fimtiárunum, vit vóru uppi á Grímsfjalli og haðani skoðaðu Hvalbiar bygd í allari sínari dýrd.
Lítla Dímun lá mitt fyri og inn eftir fjørðinum kom ein trolari-helst var tað Dráttur.
Natte segði, at dagurin stóð enn sum eitt ævintýr fyri honum, tí so vakurt útsýnið helt hann ikki at tú sært úti í stóru verð.
Og hvørja ferð hann las hesa somu yrking hjá Chr, Matras, og kom til seinasta ørindi....:
Seinni fer hann burtur í lond
- førdur av lagnu og trá,
tá vaknar í onkrari løtu alt
á Gøtueiði hann sá!
....kom henda ferðin niðan á Grímsfjall fram fyri hann.
Men tað er ikki neyðugt at fara heilt niðan á Grímsfjall - føgur er eisini sjónin, tá ið tú kemur úr tunlinum í góðum veðri, og Hvalba liggur fyri tær.
Minni hugtakandi er tað ikki, tá ið fjørðurin allur stendur í einum roki.
Bygdarstevnan varð sett á skúlatykkinum frammanfyri gamla skúla í Hvalba, har í kommunan hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fríðka og at hampa um.
Og tað helt Natte vera serliga stuttligt.
Tí tað var júst í hesum skúla at hann lærdi at lesa og skriva.
Tað var eisini her at vit upplivdu frásøgumannin mikla, Skaalum, siga frá um Ivanhoe og teir.
Frásøgukynstrið er eisini ein týðandi partur av okkara mentan.
Hvørja ferð eg lesi søguna hjá M.A. Winther um skúladagin í K, so ímyndi eg mær, at tað var í uttara stovuni í hesum skúlanum at alt fór fram, at kúgvin dreivaðist í tjóðrinum nirði á tí lítla, grøna blettinum, har í skúlabørnini sparkaðu, táið eg gekk í skúla her, og at bløðrubekilin lá niðri á sandinum onkustaðni yviri við Neyst.
Og soleiðis helt Natte at hann kundi hildið á og funnið dømi um, at hugurin leitar aftureftir og ofta lendir aftur í Hvalba .
Kanska betalir tú skatt onkra aðrastaðni, kanska hevur tú hús og familju har eisini. Tú hevur fest rót av nýggjum. Men tað fær aldrin tikið frá tær tí uppruna, har í tú festi rót av fyrstan tíð.
Gævi tað eydnaðist í ár
Annars helt Natte, at vit takkaðu ongantíð ov nógv fyri tað arbeiðið, sum ítróttarleiðarar kring alt landið gera - fyri onki.
Eisini í Hvalba eru eru fólk ið standa aftanfyri Ítróttarfelagið í bygdini, ?Royn³.
Skuldi alt tað sosiala arbeiði, sum leiðarar tykkara gera, verið lønt, so vóru tað fá ítróttarfeløg, sum andu, og nógvar bygdir høvdu verið fátækari.
At enda ynskti hann Royn góða eydnu við kappingarárinum.
Eisini vit, sum framvegis rokna okkum sum hvalbingar, hóast vit ikki búgva í bygdini longur, ynskja so hjartaliga, at tað í ár eydnast Royn at flyta heilt upp á ovastu rók.
Tað hevði verið stuttligt, um tað hendi júst í ár, nú felagið fyllir 75 ár.
Hepnaðist væl
Ymisk tiltøk vóru á bygdarstevnuni og ítróttarliga kann ikki siga annað, enn at tað skarst væl hjá hvalbingum.
Fýra steypadystir vóru á stevnuni og Royn vann teir allar.
Smádreingirnir spældi ímóti AB av argjum og vunnu.
Piltarnir og smápiltarnir spældu ímóti TB og vunnu eisini.
Og 2. deild spældi landskappingardyst, og steypadyst ímóti NSI - og vann 1-0.