Tað kann bæði elva til krabbamein og livraskaða

Heilsufrøðiga Starvsstovan ávarar aftur ímóti heilsuskaðiligum vørum

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar aftur nú ímóti vørum, sum eru heilsuskaðilig fyri fólk.

Hesa ferð er tað talan um ymisk sløg av kumman og estragon, sum ávarað verður ímóti.

 

Heilt ítøkiliga er talan um hesar vørur:

Urtekram Spidskommen knust
Nettovekt: 30 gramm

Best fyri 5. mai í 2022, 4. juni í 2022, 8. juli í 2022 og 25. august í 2022.

EAN-strikukotan er 5765228786383
 

Urtekram Spidskommen knust

Nettovekt: 50 gramm

Best fyri 23. juni í 2022

EAN-strikukota: 5765228786406

 

Urtekram spidskommen knust limited edition

Nettovekt 50 gramm

Best fyri: 18. mai í 2022

EAN-strikukota: 5765228786406
 

Urtekram estragon

Nettovekt 7 gramm

Best fyri: 25. august í 2022 og 8.september í 2022

EAN-strikukoda: 5765228719183

 

##med2##

Orsøk til ávaringina er, at kanningar hava víst, at tað er ov nógv av evninum, pyrrolizdinalkaloid, í vøruni. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at illgruni er um, at tað kann elva til bæði livraskaða og til krabbamein at eta vørur við ov nógvum pyrrolizdinalkaloid í.

Tí eiga hesar vørurnar at verða lætnar aftur í handilin, hagani tær eru keyptar ella eiga tær at verða burturbeindar.