Tað kennist so nær

Ingilín D. Strøm í Vestmanna hevði óivað verið á Utøy, um hon hevði funnið arbeiði í Noregi í summar

Í tvey ár hevur Ingilín D. Strøm gingið í einum altjóða sosialistiskum skúla í Noregi. Har vóru um 200 næmingar úr 87 ymiskum londum.

Á Skúlanum var ein bólkur har Ingilin var forkvinna, og hesin bólkur hevði nógv samstarv við AOF í Sogn og Fjordane, sum fylkið.

- Vit hava arbeitt nógv saman við tí felagsskapinum, sum tey eru við at byggja uppaftur, sigur Ingilín.

Tá ið hon sigur, at felagsskapurin skal byggjast upp aftur, merkir tað, at seinastu nógvu árini hevur lítið verið í Noregi av sosialistiskum ungdómi. Flokkarnir á vinstravonginum hava verið semjusøkjandi, og ungdómurin hevur tí fyri ein stóran part vent teimum flokkunum bakið, sigur Ingilín.

Hon hevur eisini havt samband við SU, sum er meira vinstrahallur enn AOF.

- Tað fyrsta árið var eg við til 1. mai dagshaldið í Noregi, har nógv fólk savnaðust, og tað skal vera løgið, um ikki fleiri teirra, sum vóru á leguni á Utøj, ikki vóru har, sigur Ingilín.

Felagsskapurin SU í Noregi hevði ætlað at havt eina summarlegu í summar, men hendan legan er avlýst av øllum tí, sum hendi.


Nógvir tankar

Fyri fleiri árum síðan vóru limir í føroyska SU á summarlegu á Utøy, men seinastu árini hevur SU í Føroyum heldur ikki verið so virkin. Tey hava tó verið til donsk tiltøk.

- Eg kann ikki lata vera við at hygsað um, at hatta tað sama kundi verið hent í Danmark, sigur Ingilín.

Tað hon veit hevur eingin av vinfólkum hennara latið lív

Hon hugsar eisini, at um tað hevði eydnast henni at fingið arbeiði í Noregi í summar, hevði hon óivað verið við á Utøj.

- Hatta eru bara tankar, sum ikki fara frá mær, sigur hon.

19 ára gamla Ingilín D. Strøm er heima í Føroym í summar. Í heyst fer hon við einum tiltaki á norska skúlanum til Etiopia at byggja upp ein skúla.