Tað kennist sum ein lætti

Tað segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, tá hann í gjárkvøldið boðaði frá, at hann skrivaði út val til Løgtingið at verða 29. oktober 2011.

Um níggjutíðina í gjárkvøldið hendi so tað, sum fleiri hava væntað og bíðað eftir. Tá trein løgmaður á Tingsins røðarapall og boðaði frá, at hann skrivaði út val.
- Tað hava verið nógvar keðiligar og tungar løtur, síðani ABC samgongan sá dagsins ljós 26. september 2008. Og nógv kundi verið gjørt betri, einki at ivast í tí. Men nú fáa vit so at síggja um tað, sum vit hava lagt lunnar undir, verður við til at skapa framburð og vøkstur í samfelagnum, segði løgmaður.
Hann nýtti eisini høvið til at takka øllum teimum, sum hann hevði samstarvað við uttan munn til politiskan lit.
- Eg haldi, at allir flokkar hava verið við til at lyfta hesa byrðuna, sum hevur verið ómetaliga tung, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann helt, at søgan fór at vísa, at tala hevur verið um harðastu tíð, sum landið hevur upplivað – kanska burtursæð frá 1992.
- Tað hava ikki verið stuttligar avgerðir, vit skula hava tikið, og tað hevur staðið nógv á nógvastaðni, eisini á landsstýrisfólkunum, segði løgmaður.
Hann nýtti samstundis høvið at takka landsstýrisfólkunum fyri tann innsats, tey høvdu lagt fyri dagin.
Síðani las hann upp bræv til Løgtingið, dagfest 27. september 2011 og stílað til Hergeir Nielsen, løgtingsformann:
»Samsvarandi løgtingslóg 103 frá 26. juli 1994 um stýrisskipan Føroya, paragraf 6, stk. 2, ger løgmaður kunnugt, at val verður til Løgtingið leygardagin 29. oktober 2011«.