Hann er kendur sum tann glaði gospelsangarin og hugfarsligi hotelstjórin. Fryntligur og fyrikomandi. Og altíð til reiðar við einum smittandi smíli.
Tá ið ringasta kreppan í nýggjari tíð neit føroyska samfelagnum fast fyrra partin av 90’unum, sang hann, at tað var ein glotti fyri framman. Og tað var tað sjálvandi – tey vóru bara so syndarliga fá, sum fingu eyga á hann, glottan.
62 ára gamli M.C. Restorff hevur ígjøgnum fleiri áratíggju verið profilur í føroyska samfelagnum. Við sangi og tónleiki – á útgávum síðani 1971 – hevur hann ríkað føroyskt tónleikalív og givið gospelumhvørvinum lættar og fangandi tónar. Sum inngrógvin partur av Hotel Hafnia, ið familjan átti og rak í nógv ár, var hann við til at bjóða føroyingum og útlendingum, høgum og lágum, innivist og mat – eitt heim heimanífrá.
Men tað hevur eisini ein kostnað at liva eitt langt lív og altíð verða tann fitti og blíði. Tann, sum nikkar og bukkar. Tann, sum ikki loysir av, og tekur uppgerðirnar áðrenn tær breiða seg, ella ger vart við seg, tá ið tað hevði verið upp á sítt pláss.
- Eg plagi at siga, at mann kann bukka so nógv, at buksirnar skrædna, sigur M.C. hugsin.
Og tað er kanska komið hol á buksirnar hjá M.C. , tí hann er farin at ganga á skeið fyri at læra seg at siga frá, og fáa bilbukt við hetta og hitt, sum hann hevur latið hópað seg upp innan í sær gjøgnum árini. Tíðin er komin til sjálvrannsakan.
- Livir tú eitt lív, har tú fittur og blíður, letur hana og hann kleina teg út, letur tú grugg hópa seg upp innan í tær. Og á lívsleiðini er meira enn so komið fyri at bikarið hevur verið fult. Og er bikarið í tær fult, má og skal tað onkursvegna tømast – annars verður galið, sigur M.C.
Eingin diskusión
M.C. Restorff leggur eitt danskt vikublað á borðið. Hann hevur blaðað upp á eina síðu, har samrøða er við Bengt Burg, sum hevur eina sjónvarpssending saman við 23 ára gamla soni sínum. “Den gamle mand og hvalpen” eitur sendingin, har feðgarnir saman við øðrum kjakast um ymisk evni. Í greinini verður Bengt Burg spurdur um, hvat ger hann glaðan, og hann svarar: “Eg eri glaður fyri eina góða diskusión, sum gevur ymiskar vinklar og ger meg klókari.”
- Hetta fær meg at gána – what? Alt frá barni av hevur ein diskusión í mínari verð verið orsøk til frástøðu og súrar minur. Heima hjá mammu og pápa bleiv ongantíð diskuterað.
- Nú er tað tíbetur ikki óvanligt at eg hoyri fólk hava eina góða diskusión um okkurt, og hesi koma til eina niðurstøðu og koma víðari. Men sjálvur haldi eg meg ikki fram at fatinum! Havi ongar royndir á økinum og havi altíð roynt at hildið meg burtur frá orðadrátti og konfliktum. Og tá ið tað galt mín egna persón, havi eg ikki evnað at sagt frá, tá ið eg átti at gjørt tað, sigur M.C. Restorff.
- Tað passaði væl saman við tað, sum mamma mín plagdi at siga: “Friðurin leingi livi”. Hon var eitt fantastiskt friðarsøkjandi menniskja, og tað var, sum sagt, heldur einki kjak heima hjá okkum.
Tók frástøðu
M.C. arbeiddi ein stóran part av lívi sínum saman við pápanum á Hotel Hafnia, men teir høvdu ikki eitt tætt persónligt forhold, sum ynskiligt var.
- Fyri ikki at koma í óneyðugt stríð við pápa, skrivaði eg mangt brævið til hansara á náttarvøkum, tá eg var ørkymlaður. Hesi skriv vóru so løgd fyri hann á skriviborði hansara – væl at merkja tá ið hann ikki var har. Minnist ikki at vit nakrantíð settust saman og røddu um tað, sum eg frá tíð til aðra skrivaði til hansara. Áni ikki, um hann læs brøvini, ella um tey fóru beint í papírskurvina.
- Tá eg var 16 ár, var eg úti fyri einari hending, sum eg ikki fortaldi fyri nøkrum, men sum eg illa fekk borið. Eg mistreivst, spýði og varð øgiliga klænur. Ein dagin sigur pápi mín við meg “M.C., eg skammist av at verða pápi tín, tí tú ert so klænur. Tú sært virkuliga illa út.” Mín reaktión var at taka frástøðu og biða hann passa sítt lív og lata meg fáa frið.
- Havi eftirsíðan hugsað, um støðan hevði verið øðrvísi, um eg í staðin hevði tikið mót til mín og sagt pápa frá mínum trega. Tó, tað svarið fái eg ongantíð – hann fekk jú ikki kjansin.
- Vit systkin høvdu fyri so vítt ein góðan pápa, hóast hann hevði ikki havt nakra pápa-fyrimynd. Hetta komst tað av, at pápi hansara doyði, tá ið hann var sjey ára gamal.
- Pápi mín og eg fingu eitt deiligt forhold, tá ið hann varð 82-83 ára gamal. Tá gavst hann á Hafnia, og eg fekk eitt pápa-son forhold til hansara. Vit fingu 4 góð ár saman, til hann doyði sum 87 ára gamal. Áðrenn vóru vit tveir, sum víst arbeiddu saman, men høvdu so ymiskt sýn uppá arbeiðið og lívið fyri alt tað, at vit kundu verið komnir av hvør sínari planet. Men eg ivist onga løtu í, at hann elskaði meg.
Lærir seg at fáa nevan
M.C. Restorff greiðir frá, at hann mangan á leiðini hevur verið fyri neiligum hendingum, uttan at hava evnað at sagt frá á røttum stað, og givið síni sjónarmið til kennar. Hetta síðsta tekur hann tó sjálvur ábyrgdina av:
- Eg eri sloppin mær alt ov lætt undan uppgerðum og konfrontatiónum.
- Summi fólk hava tað vælsignaða, at tey evna at rysta alt av sær, og tú sært tað ikki á teimum, meðan onnur okkara fara í knæ av onkrum, sum í veruleikanum ikki hevði so øgiliga nógv uppá seg.
- Og man eg ikki onkuntíð havi stungið nøsina í so langt fram og havi fingið tey sløg, sum ein hevði uppiborið? Heilst víst – fyrr var illa.
- Eftir eitt langt lív eri eg tó loksins komin til ta niðurstøðu, at tað er bert ein persónur, sum kann ansa eftir tær, og tað er tú sjálvur. Tú hevur ábyrgdina av tær sjálvum. Tí siti eg nú hvørt hóskvøld saman við fólki, sum hava havt sorg ella eru komin út fyri ymiskum neiligum. Her eru fólk, sum vilja broyta lívsmynstur. Hetta er eitt 12-stig-skeið, sum verður hildið í kristnum samanhangi, og sum í Jesu navni er ætlað at hjálpa fólki at gera upp við tað, sum vit stríðast við, og læra okkum betur at takla avbjóðingarnar av alskyns slag , sum liggja og bíða tær og mær á leiðini.
- Eg læri meg nú at fáa ein frammaná – uttan at fara um koll. Summi fingu hesi evni í vøggugávu og megna tað, men eg eri bara ikki føddur soleiðis. Eg eri følin. Veit væl, at tað, sum eg havi upplivað, ikki í námind kann samanberast við teir ræðuleikar, sum nógvir landsmenn hava verið úti fyri, men á lívsleiðini havi eg so fingið smeitir, sum ikki eru fingnir upp á pláss. Tí havi eg brúk fyri sjálvrannsakan í royndini at frá hetta illgrasið upp við rót, sigur M.C. Restorff.
***
Nýggjasta ískoytið til bønirnar hjá M.C.
Gud, gev mær sálarfrið til at góðtaka tað, ið eg ikki kann broyta, mót til at broyta tað, ið eg kann, og skil til at síggja munin.
Amen
***
Nýggj útgáva og hugnaløta
M. C. Restorff hevur um dagarnar givið nýggja tónleikafløgu út, sum hann kallar “Sanganna Veingir”, og mikudagin 21. november kl. 15.30 verður útgávutiltak í “Skálanum” í Norðurlandahúsinum.
Sjónbandaløg av nýggju fløguni verða at síggja. Millum annað er grønlendski rapparin, Vilhelm Levisen, Jóhan Magnus Olsen av Toftum, og M.C. í fullum útblástri á heitislagnum “Sanganna Veingir”, har viðkomandi myndir og sjónbandaupptøkur av grannum okkara í útnorði verða at síggja.
Sangkvinnan, Birita Poulsen av Sandi og M.C. halda sær at gaman í sangi, og heimabakaðar smákøkur, kaffi og the trýtur ikki. Øll eru vælkomin til hugnaløtuna í sambandi við útgávuna.