Tað kostar nógv at spæla javnt

Seks lið bíða framvegis eftir fyrsta sigrinum

Í gjárkvøldið varð farið undir triðja umfar í landskappingini, tá ið tað endaði 2-2 í Gundadali millum B36 og NSÍ. Hesi bæði liðini hava verið roknað sum tvey av teimum, ið fara at kappast um FM heitið.

Kappingarárið er langt, og nógv kann fara at venda øðrvísi í oktober, enn tað ger nú. Men sjálvandi kennist tað meint bæði í B36 og NSÍ, at tað ikki er eydnast at vinna fulla úrtøku í trimum teimum fyrstu umførunum. Tað kann skjótt fara at vísa seg, at teinurin fram til toppin verður langur.

Úrtøkan hjá B36 er trý stig í trimum javnleikum, og hjá NSÍ er úrtøkan tvey stig – tveir javnleikir og eitt tap.

 

Seinnapartin eru hinir fýra dystirnir í triðja umfari – tveir klokkan 15 og tveir klokkan 16.

 

Suðuroyingarnir eiga einasta liðið, sum í tveimum teimum fyrstu umførunum hava vunnið fulla úrtøku. Teir eru á veg norður til Margáir, har EB/Streymur bíðar. Heimaliðið í Streymnesi hevur vunnið eitt stig – 1-1 í Runavík.

 

Meistararnir í Víkingi hava vunnið fýra stig – eitt á heimavølli ímóti B36 og trý í Runavík. Í dag eru teir vertir í oyggjauppgerð ímóti Skála, sum framvegis ikki hevur tapt. Skála hevur verið partur av tveimum málleysur javnleikum - á heimavølli ímóti HB og í Klaksvík.

 

KÍ er á veg til Sørvágs, har tað ikki hevur eydnast klaksvíkingum at vunnið síðani í 2009. KÍ úrtøkan í tveimum teimum fyrstu umførunum er tvey stig – javnleikir á heimavølli ímóti Skála og í Gundadali ímóti B36.

07 Vestur er einasta liðið, sum einki stig hevur vunnið í tveimum teimum fyrstu umførunum – tap í Gundadali ímóti HB og á heimavøllli ímóti TB/FCS/Royn.

 

Eftir tap í fyrsta umfari í Trongisvági reisti ÍF seg á heimavølli ímóti EB/Streymi. Í dag fáa fuglfirðingar vitjan av HB, sum seinnu árini hevur ofta hevur havt tað trupult í Fuglafirði. Úrtøkan hjá HB í tveimum teimum fyrstu umførunum er fýra stig – heimasigur ímóti 07 Vestur og javnleikur á Skála.

 

Í dag

ÍF-HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00

Víkingur-Skála: Dagfinn Forná kl. 15.00

EB/Streymur-TB/FCS/Royn: Rúni Gaardbo kl. 16.00

07 Vestur-KÍ: Alex Troleis kl. 16.00