Tað niðurpínda samfelagið - ella søgan um dykkarasjúku

Ongin dagur gongur, uttan søgur um, at føroyska samfelagið er niðurpínt. Syndarin sigst vera, at henda samgongan sparir upp til fullveldið.

Tað er púra rætt, at ótrúliga nógvir trupulleikar eru á grundleggjandi samfelagsøkjum ? serliga á samferðsluøkinum, sjúkrahúsøkinum og almannaøkinum. Hesir trupulleikar og tann stóri íløgutørvurin hava sín uppruna í einum samfelag og einum búskapi, sum ikki bygdi á tryggleika og egnan førleika, men á árligar peningainnspræningar og lántøku aðrastaðnifrá. Tað elvdi til, at vit eftir at alt skrædnaði, niðurpíndu alt í nærum 10 ár.

Men tað er beinleiðis skeivt at geva fullveldinum skyldina fyri niðurpíning av samfelagnum.


Stórar, men ikki nøktandi betringar

Núverandi samgonga og landsstýri hava sett sær fyri, at vit skulu hava ein sjálvberandi búskap. Tað merkir, at vit ikki bara aftur kunnu fara at skapa ein búskap, sum byggir á danskar pengar og lántøku, tí so vita vit, hvør fær rokningina og vælferðin hjá teimum veikastu rýkur.

Hetta áttu vit at samst um, uttan mun til, hvat vit halda um fullveldisætlan lansdsstýrisins. Í Hvítubók siga búskaparfrøðingarnir so greitt, at vit mugu skapa ein sjálvberandi búskap uttan blokk ? uttan mun til fullveldisætlan ella ikki. Annars endar galið aftur.

Tí er farið undir at byggja samfelagið uppaftur eftir kreppubúskapin við langtíðarætlanum og betringum á teimum týdningarmestu økjunum:

Almanna- og Heilsumál eru hækkaði við 137 millónum krónum uppá tvey ár, meðan Undirvísing og gransking eru hækkað við 63 milliónum krónum uppá tvey ár. Studningurin til fiskivinnuíløgur er hinvegin strikaður. Hartil eru íløgur gjørdar í samferðsluna við nýggjum Sandoyarskipi og næsta ár verður farið undir at byggja nýtt, nútímans skip til Suðuroyarleiðina og at byggja nýtt Landssjúkrahús.


Ikki spæla jólamenn

Hetta er ein spurningur um ábyrgdarfullan búskaparpolitik og tryggleika undir føroyska búskapin. Tað fara at ganga nógv ár, áðrenn vit eru komin úr kreppuni undir heimastýrinum. Tað fer eisini at valda ónøgd nógvastaðni, inntil vit hava bygt nýggjar og egnar skipanir upp. Vit eru ikki komin úr kreppuni, fyrrenn vit kunnu vera blokkstuðulin heilt fyriuttan.

Tað lættasta í verðini hjá politikarunum í dag, er at spæla jólamenn og bara blæsa yvirskotið á fíggjarlógina út til øll tey økir, ið tørva. Til tað krevst yvirhøvur ongin førleiki. Tað krevur bara, at vit skrúva høvdið av og stinga tað undir armin.

Tí mugu vit smyrja okkum við, at allar ákoyringar nú regna niður yvir hesa samgonguna, og at fullveldið fær skyldina fyri alt tað, sum hendi undir heimastýrinum. Vit kunnu og mugu ikki lova, at allir trupulleikar verða loystir nú. Tað verða teir ikki ? verri enn so. Kanska um 10 ár eru vit komin á eitt rímiliga nøktandi og trygt støði.


Dykkarasjúka

Tey flestu kenna tað sonevndu ?dykkarasjúkuna?, sum kavarar fáa, um teir fara úr havdýpinum og upp til sjóvarmálan ov skjótt. Allur kroppurin og øll javnvág fer av lagi og tað kann kosta lív og førleika. Tí noyðast teir at fara spakuliga uppeftir og at støðga á innímillum. Ikki tí. Tað lættasta er bara at sleppa allari barlast ella brúka luftrýst at drøna uppaftur við. Ella lata onkran annan draga teg upp á eini línu við rúkandi ferð. Men tað fær avleiðingar.

Hesa mynd eiga vit eisini at hava fyri okkum, tá vit viðgera okkara samfelag. Vit raktu botnin undir tí sjúka heimastýrisbúskapinum. Nú ræður um at fara uppeftir við egnari megi og við einum kroppi í javnvág. Tað er keðiligt og tað krevur tol. Men so duga vit eisini at svimja í sjóvarmálanum og hava høvdið á røttum stað, tá vit koma upp.


Høgni Hoydal

landsstýrismaður