Tað prutlar í Klaksvík

KÍ kvinnurnar staðfestuí gjárkvøldið við 9-0 sigri á HB, at tær aftur í ár verða sera gott boð upp á FM heitið. Tað gongur sum eftir ánni í ítróttinum í Klaksvík. Úrslitini beda á, at menninir tykjast vera komnir fyri seg aftur, og hjá kvinnunum gongur tað, sum tað plagar, um roknað verður út frá Mjølnir, Stjørnuni og KÍ kvinnunum.

Í gjárkvøldið hevði KÍ vitjan av HB, og har var eingin ivi. KÍ vann 9-0 eftir 5-0 í hálvleikinum. Tvær skoraðu trý mál í part. Onnur var veteranurin og toppskjúttin í mong ár, Rannvá B. Andreasen, og hin var 15 ára gamla Maria K. Thomsen.

KÍ hevur fulla úrtøku eftir trý umfør. AB hevur eisini fulla úrtøku, men tær á Argjum hava bara spælt tveir dystir. Tá ið B36 vitjaði á Argjum var veðrið so mikið illfýsið, at dómarin gjørdi av av blása hann av.

Oyggjauppgerðin í Sarpugerði var sera undirhaldandi. Skála var tvær ferðir á odda. Tá ið Víkingur lítla løtu undan leikloki skoraði til 3-2, bendi alt á, at øll stigini fóru at vera eftir í Gøtu, tí lítla løtu frammanundan var ein av Skála spælarunum rikin av vølli. Men í yvirtíðini eydnaðist tað Skála at javna.

Fjórða umfar verður 2. Páskadag, og tá verður toppuppgerð á Argjum.

 

AB-B36 útsettur

 

Víkingur-Skála 3-3 (1-1)

0-1: Solveig Frederiksberg 3.

1-1: Anna Joensen 24.

1-2: Fríðrún Danielsen 76.

2-2: Laila Pætursdóttir 79.

3-2: Heidi Sevdal 89.

3-3: Birna Johannesen 90.+2.

Reytt kort: Kristinbjørg Frederiksberg, Skála, 86.

 

KÍ-HB 9-0 (5-0)

1-0: Maria K. Thomsen 13.

2-0: Sofía Purkhús 18.

3-0: Rannvá B. Andreasen 20.

4-0: Maria K. Thomsen 22.

5-0: Rannvá B. Andreasen 39.

6-0: Rannvá B. Andreasen 48.

7-0: Sofía Purkhús 57.

8-0: Malena Josephsen 70.

9-0: Maria K. Thomsen 71.

 

Støðan

KÍ 9

AB 6

Skála 4

B36 1

Víkingur 1

HB 1

 

4. umfar

2. páskadag

B36-Skála

AB-KÍ

Víkingur-HB